Listaskeið á Háskúlanum

10536913_10152414848779635_4219755918192281827_n

Enn eru nøkur fá pláss eftir til listaskeiðið við Hansinu Iversen, ið verður 26.-31. mai.

Hví mála málningar?

Vit byrjað týsdagin 26/5.

Hvønn morgun kl 8 er morgunmatur og hvønn morgun kl 9, ímeðan skeiðið er, vísi eg ein stuttan film av einum listafólki, sum hevur sett orð á, hvat og hví tey gera tað tey gera.

Eftir tað, fara vit á verkstaðin at arbeiða við málarínum. Eg ætli, at vit byrja við einum uppspentum lørifti. Arbeitt verður við tilgongdini og tilfarinum soleiðis, at vit gerast var við, hvat tað er vit vilja lýsa við einum liti, mátanum vit byggja málningin upp, útsjóndin av sjálvari málingini og penslastrokunum.

Skulu vit mála tjúkt lag, ella skulu vit byggja tað upp við tunnum løgum, ella eru tað litirnir og formarnir, ið avgera lýsingina?

Hetta er ein abstrakt og organisk tilgongd og vit royna at koma uttan um tað figurativa og landslagið.

Tað verður byrjað við lítlum formati; men vit fara eisini at royna tað stóra formatið, har kroppurin/tað fysiska verður partur av tí ein vil lýsa.

Týskvøldið kl 19.30 verður fyrilestur við Kinnu Poulsen um nýggju føroysku málningalistina samanborin við nýggja útlendska málningalist.

Hóskvøldið kl 19.30 verður fyrilestur við Róa Patursson. Ein filosofisk hugleiðing um tað at skapa og hvønn týdning tað hevur havt og hevur fyri menniskja.

Allar dagarnar er matarsteðgur kl 12 og kl 18.

Við vón um stuttligar dagar, og at vit koma langt inn í málaríið og fara av stað aftur við fleiri spurningum, enn tá vit komu. Tí jú fleiri spurningar, tess meira hava vit lært :)

Undirvísarar: Hansina Iversen o.o.

Nær: 26-31.mai.

Kostnaður: 2750 kr. við fullum vistarhaldi.

Tekna teg her

Uttan tykkum – Eingin Háskúli

Landsinnsavning til frama fyri umvælingar á Føroya Fólkaháskúla

Hol eru í tekjuni á Nýggja Skúla, og tað regnar inn á kømurini.

Tað lekur og gýsur í Gamla Skúla, tí vindeyguni eru so illa farin.

Kostnaðarmetingin hjá Landsverk sigur, at tað fer at kosta knappar 13,6 mió. kr. at umvæla Háskúlan. Mest átrokandi umvælingarnar, tær sum mugu gerast í ár fyri at virksemi skúlans kann halda fram, koma at kosta 2.414.500 kr.

Fyrradagin bórust góð tíðindi úr Løgtinginum, at Føroya Fólkaháskúli hevur fingið eina eykajáttan á 1,68 mió kr. Hetta svarar til 70% av savnaða kostnaðinum.

Men hendan játtanin er treytað av, at Føroya Fólkaháskúli sjálvur fær til vega 30%, 900.000 kr.

Finna vit ikki hesar pengarnar, so fáa vit heldur einki frá landinum.

So verða ongar umvælingar gjørdar, og so verður eingin Háskúli.

Tí skipar Føroya Fólkaháskúli fyri einari stórari Landsinnsavning, har vit heita á Háskúlavinir úr øllum Føroyum um at lyfta í felag, og veita Háskúlanum eina peningagávu, oyramerkta til nýggja tekju og nýggj vindeygu.

Konta Háskúlans eitur 6460- 151 880 3.

Tit kunnu fylgja gongdini á heimasíðu Háskúlans: www.haskulin.fo

 

Einki er ov lítið – Alt ger mun.

Skeið í leður- og skinnseyming

10322681_10152414848384635_6972616778656926912_n

Hondarbeiðsskeið við serligum denti á endurnýtslu.

Tú lærir at sniðgeva og seyma taskur, pungar, allar møguligar brúks- og prýðislutir, burturúr burturkasti.

Undirvísari: Elin Lindenskov Nær: 29. 30. og 31. mai Kostnaður: 1500 kr við tilfari og fullum vistarhaldi.

Tekna teg her

tekstTil frama fyri umvælingar á Føroya Fólkaháskúla

23. mai verður marknaðardagur á Føroya Fólkaháskúla. Tað er ókeypis atgongd. Borð, ið eru 140 x 60 cm, kosta einans 150 kr.

Føroya Fólkaháskúli hevur einkarsølu av køku + kaffi.

Øll inntøka verður oyramerkt til umvælingar á Føroya Fólkaháskúla.

Um onkur hevur góð ting ella klæði, sum tit vilja lata til marknaðardagin 23.mai, so hevði tað munað væl hjá Háskúlanum.

Køkur eru eisini hjartaliga vælkomnar.

Ynskir tú eitt borð til marknaðardagin 23.mai, kanst tu tekna teg her ella við at ringja á  +298311743.

kvf.fo

MARKNAÐARDAGUR

Flaggdagshald


IMGr_0517

Í morgin, 25.apríl, eru 75 ár liðin síðani Merkið vann viðurkenning sum tjóðarmerki føroyinga. Tað verður hátíðarhildið fyrrapartin 25.apríl klokkan 10 á Føroya Fólkaháskúla.

foto

Við støði í dagbókini hjá Niels Juel Arge, hugleiðir Jógvan Arge um tíðarskeiðið apríl-mai 1940: Herseting, flagg og stjórnarlag.

Ein drekkamuður verður at fáa.

Freja Zachariassen váttan

1610876_10153048013147487_5967047863243411271_n

Í summar, 6.-10.juli, skipar Føroya Fólkaháskúli fyri einum spennandi skriviskeiði. Hetta er eitt skeið fyri øll tey, ið dáma væl at skriva, og gjarna vilja duga betri at skriva. Skeiðsleiðarar eru teir báðir Oddfríður Marni Rasmussen og Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð.

Á skeiðinum fáa vit nøkur amboð til at koma í gongd við at skriva. Vit fara at tosa um hvussu søgur, yrkingar ella aðrir tekstir skulu byggjast upp, hvat skal við í tekstirnar og hvussu skal hetta skipast. Hvussu ger man persónar og annað.

Eingin avmarking er fyri, hvat slag av teksti kann skrivast, og mátarnir at skriva ein tekst eru so nógvir. Í felag kunnu vit hjálpa hvørjum øðrum at mennast sum rithøvundar. Og tað ger tað ikki verri at, vit kunnu arbeiða, búgva og eta saman, í einum hugnaligum og heimligum háskúlaumhvørvi.

Tekna teg her

LivaSkriva

Listaskeið á Háskúlanum

10536913_10152414848779635_4219755918192281827_n

Kom og mála við ymiskum teknikkum, lær litalæru og hoyr um listasøguna. Høvi verður at fara í dýpdina við tínum egnu málningum. Tú fært vegleiðing frá royndum listamálara.

Undirvísarar: Hansina Iversen

Nær: 26-31.mai.

Kostnaður: 2750 kr. við fullum vistarhaldi.

Tekning:
Tekna teg her

Joan Baxter á Føroya Fólkaháskúla

J-Baxter-Midwinter-Naver_thumb6 J-Baxter-Migdale-Kilt_thumb6

Í døgunum 23. til 27. august kemur heimskenda Joan Baxter úr skotlandi at hava myndaveviskeið og forkunnuga framsýning á Føroya Fólkaháskúla. Sera avmarkað pláss.

Undirvísari: Joan Baxter Nær: 25.-29. august. Kostnaður 2450 kr við fullum vistarhaldi.

Tekna teg her

mynd: http://bletheringcrafts.blogspot.com

Trælist og dreying

Enn eru nøkur pláss eftir til spennandi skeið í trælist og dreying hjá Joel Cole. Vit samanhugsa list og handverk í okkara arbeiðið við lívrunnum tilfari.

Skeiðið verður 17-19. apríl og kostnaður er 1500 krónur.

Send ein teldupost á haskulin@haskulin.fo ella ring 311743

120914 (34 of 148)