Vár EydnudóttirVár Eydnudóttir er mentanarfrøðingur. Hon hevur starvast breitt innan mentanarøkið við samskipan av mentanartiltøkum, filmsarbeiði, undirvísing og gransking. Umframt at arbeiða sum undirvísari í umhvørvi og mentan á Háskúlanum, er Vár í holt við at skriva eina lærubók til mentanarfatan.

Vár hevur drúgvar royndir innan fleirmentanarligt arbeiði, og trívist væl í støðum har mentanir møtast.