
- Hetta tiltak er liðugt.
Burðardygg seyming
9. Mai kl 16.00 - 11. Mai kl 15.30
1100DKK – 1800DKK
Tíð og stað
Vikuskiftisskeið 9. – 11. mai 2025
fríggjadag 16:30 – 21:30
leygardag 9:00 – 18:00
sunnudag 9:00 – 15:30
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.
Kostnaður
1800 kr (Við undirvísing og vistarhaldi)
1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)
Undirvísari
Elin Lindenskov
Skeiðslýsing
Hetta er eitt skeið til øll, sum vilja læra at brúka sítt tilfeingi betri og seyma til egna nýtslu. At brúka av tí, tú eigur, áðrenn tú keypir nýtt og at fara væl um tilfeingið.
Tú lærir at eisini at brúka og røkja tína seymimaskinu, at velja toy, tráð og nál til ymisk endamál. Nakað um tilfar og góðsku.
Grundleggjandi um seyming og at hugsa umhvørvið og náttúru, tá tú velur klæði.
Um skeiðshaldaran
Elin Lindenskov er útbúgvin hondarbeiðslærari og hevur drúgvar royndir við endurnýtsluseyming. Hon hevur undirvíst í skapandi lærugreinum á Føroya Fólkaháskúla í nærum 30 ár. Hevur somuleiðis undirvíst á Húsarhaldsskúla Føroya, á kvøldskúlum, á bindifestivalum og á fleiri øðrum skeiðum.
Í dag starvast Elin á skapandi verkstovuni hjá Dugna, undirvísir í endurnýtsluseyming á kvøldskúlanum umframt at hon hevur egna endurnýtsluverkstað, Elinsa.
Støði
Øll frá 15 ára aldri eru vælkomin.
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.