
Marknaðardagur fyri alla familjuna
24. Mai kl 13.00 - 16.00

Leygardagin 24.mai kl.13 – 16, er árliga tiltakið “Opið hús og marknaðardagur” á Háskúlanum, við ymiskum tiltøkum fyri stór og smá.
Loppumarknaður verður í høllini, og á ókeypis caféini bjóða vit the, kaffi, saft og køkur.
Ymiskt stuttligt verður á skránni til børnini, og um viðrar kynda vit bál og grilla pylsur.
Høvi verður eisini á hitta næmingarnar, sum hava gingið á 3.mánaðar várskeiðinum í ár, og tú kanst fáa meira at vita um virksemið á háskúlanum.
KOM OG VITJA – KANSKA ER HÁSKÚLIN NAKAÐ FYRI TEG
Tiltakið er ókeypis.
(Minst tó til at hava leysan pening til loppukeyp, og um tú vilt lata eitt oyra til skúlan)
LOPPUBORÐ kosta 200 kr. (ÚTSELD)
Fá pláss – góður stemmningur – stórur eftirspurningur.