
VIKUSKIFTISSKEIÐ: Vevskúli – Rammuveving 2
24. November kl 18.00 - 26. November kl 16.30
1200DKK – 1700DKK
Tíð og stað
24. / 25. / 26. november 2023,
Rasmusarstova, Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn
Kostnaður
1.200 kr
Við í prísinum: Undirvísing, tilfar, kaffi, máltíðir. (+500 kr fyri gisting)
Undirvísari
Poulina Jóanesardóttir
Skeiðslýsing
Rammuvevurin hevur óteljandi møguleikar at bjóða og vit seta fokus á fríar teknikkir sum til dømis dukagang, indpluk, vestfold, hálvkrabba og aðrar teknikkir.
Skeiðsluttakarar hava grundleggjandi førleikar í veving. Á skeiðnum veva vit størri royndir við løriftsvond sum grundarlagi og nýta ymiskar teknikkir og ymiskt tilfar.
Vit bjóða tilfarinum av og arbeiða við mynstrum og teknikkum, sum geva einstaka skeiðsluttakaranum frælsi til at royna møguleikar við ymiskum tilfari og liteffektum– alt við somu grundbinding sum grundarlagi.
Vit veva størri royndir á rammuvevinum og tú fært uppskriftir saman við vevroyndum við tær til hús, tá skeiðið endar.
Vit bjóða ein møguleika at savna seg um eitt handverk, har stundir eru hjá hvørjum einstakum at fara í dýbdina og skapa. Um tú ætlar at nema tær meira kunnleika innan veving, so er rammuveving eitt gott grundarlag at byggja á.
Um undirvísaran
Poulina Jóanesardóttir hevur – umframt útbúgving frá Kerteminde Håndarbejdsseminarium – verið í 4 ára verkstaðslæru á vevstovu hjá Olevinu Joensen, vevara.
Sum 19 ára gomul byrjaði Poulina at undirvísa í rammuveving á kvøldskúla í Havn. Síðani hevur hon í meiri enn 40 ár undírvíst bæði í skaftaveving, myndaveving, rammuveving og brikk- & bandveving ymsastaðni í Føroyum.
Í 1991 gjørdist hon sjálvstøðug vinnurekandi við egnum vevverkstaði. Gjøgnum tíðina hevur hon m.a. vovið kirkjuklæði til Kvívíkar, Húsavíkar og Miðvágs kirkjur, og luttikið á listaframsýningum uttanlands í USA, Íslandi og í Skandinavia, eins og á framsýningum í Føroyum bæði sum handverkari og listafólk.
Skráin
- Fríggjadag kl. 18:00 – 21:30
- Leygardag kl. 10:00 – 16:30
- Sunnudag kl. 13:00 – 16:30
Støði
Framhaldsskeið
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.