Loading tiltøk

« Øll tiltøk

Kom inn um GÁTT

12. Juli kl 16.00 - 22.00
Kom inn um GÁTT
Kom innum GÁTT – hurðin er opin og Háskúlin er á tremur við list og lívi.
Í hvørjum króki møtir tú spírandi norðurlendskum listafólki og teirra listaliga virksemi.
Tað verður ein lívligur seinnapartur við samrøðum, sammála, framførslum, myndlist, filmssýningum, legubálið v.m. Her ber til at fáa innlit í listina, sum finst bæði í Føroyum og í grannalondum okkara.
Annaðhvørt ár samlar GÁTT netverkið ung listafólk úr øllum Norðanlondum, fyri at menna síni listaligu háttaløg og knýta sambond tvørtur um lond og listagreinar. Í ár verður listafólkalegan GÁTT á Føroya Fólkaháskúla tann 9. – 12. juli 2026.
Listafólkalegan endar við tiltakinum “Kom Innum GÁTT” har hesir norðurlendsku spírar framføra, sýna og leggja fram sína listaligu praksis. Dyrnar lata upp sunnudagin kl.15 við sammála. 🥦🌻😊
Kom innum GÁTT – lat tankarnar sprettast, hugflogið fjakka og samrøðurnar streyma.🌊😀
Verkætlanin er stuðlað av Tórshavnar Kommunu, Nordic Culture Point og Nordic Culture Fund.

Útgreining

  • Date: 12. Juli
  • Time:
    16.00 - 22.00

Stað