Heystskeiðið

🌿Heystskeiðið – Ein rørsla í spenningi ✨

Á Føroya Fólkaháskúla síggja vit læring sum eina rørslu í spenningi – eina tilgongd har vit flyta okkum millum tað, vit kenna, og tað, vit ikki kenna enn. Har vit verða avbjóðað, forviting og fáa møguleika at síggja okkum sjálvi og heimin á nýggjan hátt. 🌱

Heystskeiðið er ein seks mánaðar long ferð, har vit fordjúpa okkum, royna og menna egnar listarligar og skapandi praksis. Gjøgnum undirvísing, verkstovur, verkætlanir, útferðir og felagsskap verður arbeitt bæði við hondum, sansum, hugsanum og hugskotum 🎨👐🖼️

💫Eitt hálvt ár av list, felagsskapi og upplivingum – í eini rørslu millum tað vit kenna, og tað vit læra at kenna.

Lærugreinar - 🎨 Myndlist

🎨 Myndlist

Í Myndlist arbeiða vit við at kanna, skapa og hugsa gjøgnum ymiskar listarligar miðlar og arbeiðshættir. Vit arbeiða bæði praktiskt og hugmyndafrøðiliga við myndum, formum, litum, tilfari og rúmi.

Lærugreinin gevur rúm fyri at royna seg fram, arbeiða eksperimenterandi og menna eina egna listarliga praksis. Vit arbeiða við bæði klassiskum og samtíðar listarligum arbeiðshættum og lata okkum í stóran mun inspirera av umhvørvinum rundan um okkum.

Her snýr tað seg ikki bara um úrslitið, men um tilgongdina, kanningina og tað at finna sín egna máta at skapa uppá. ✨

🌿 Mentan og umhvørvi

🌿 Mentan og umhvørvi

Mentan og umhvørvi snýr seg um okkara samband við samfelagið, mentanina og náttúruna, vit eru partur av.

Vit kanna, hvussu vit menniskju skapa okkara umhvørvi – og hvussu umhvørvið samstundis ávirkar okkum. Við samrøðum, útferðum, tekstum, kanningum og skapandi arbeiði fáa vit møguleika at síggja okkara egna umhvørvi úr nýggjum sjónarhornum.

Lærugreinin leggur upp til forvitni, kjak og reflektión, og gevur næmingunum møguleika at seta spurningar við tað, vit taka fyri givið.

Tvørlistarligar verkstovur 🏺🎬

🎬 Tvørlistarligar verkstovur

Í Tvørlistarligum verkstovum møtast ymiskar listarligar greinar, miðlar og arbeiðshættir.

Her arbeiða vit tvørtur um fak og praksisir – eitt nú við myndlist, filmi, tónleiki, skriving, handverki og øðrum skapandi miðlum. Verkstovurnar kunnu vera bæði stuttar og intensar, og tær leggja upp til at royna nakað nýtt og arbeiða saman við øðrum.

Endamálið er at skapa eitt rúm, har næmingar kunnu flyta seg millum listagreinar, deila vitan og arbeiðshættir og skapa nakað, sum ikki hevði tikið skap á sama hátt einsamalt.

Tvørlistarliga arbeiðið verður ein rørsla í spenningi – millum ymiskar miðlar, hugskot og fólk.

Gerandisdagurin

Føroya Fólkaháskúli er ein vistarhaldsskúli, har felagsskapurin hevur alt at siga.

Øll hava ábyrgd og hjálpa til við húsligum og praktiskum uppgávum, og næmingarnir leggja sjálvi vikuskiftini til rættis.

Á Háskúlanum eru ongar próvtøkur, og sostatt eru háskúlamánaðirnir ætlaðir sum eitt andarúm úr strembanini eftir úrsliti. Fimm mánaðir har tú kanst fordjúpa teg og mennast í góðum felagsskapi saman við øðrum.

Hvør kann tekna seg?

Tú skalt vera fylt/ur 16 ár við skúlabyrjan, fyri at tekna teg. Býrt tú ikki í Føroyum, er aldursmarkið 18 ár. Onki ovara aldursmark er. Skúlin ger vart við, at vit ikki megna at lofta øllum sálarligum og fysiskum avmarkingum.

Tit, sum eru næmingar á Føroya Fólkaháskúla, verða viðfarin sum vaksin. Reglugerðin er einføld: Tú skalt møta stundisliga til alla undirvísing og tiltøk,  og skúlin er royk- og rúsfríur.

Vit virða ymiskleika á Háskúlanum, og tú ert vælkomin so sum tú ert –  júst har sum tú ert í lívinum beint nú.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skúlan, á telefon ella við telduposti. Tú ert eisini vælkomin at vitja okkum í Hornabø.

Kom við á Heystskeiðið