Keramik / Glas verkstaði á Háskúlanum

Á háskúlanum hava vit nógv ymisk høli til alskins endamál.

Vit hava eisini eina rúgvu av ymiskum hentleikum í kann nýtast í teimum ymisku hølinum.

Keramik / Glas verkstaði

Keramik /Glas verkstað

 

Leir- og glasverkstaðið – úr tilfari verður nakað til

Leir- og glasverkstaðið er eitt sansaligt rúm, har vit arbeiða við tilfari, ið krevur tíð, nærveru og forvitni.

Her kunnu hendurnar vera við til at hugsa. Vit forma, snara, skera, brenna og skapa við leiri – og arbeiða eisini við glasi og teimum møguleikum, sum liggja í tí. Tað, sum byrjar sum eitt óformat tilfar, kann spakuliga fáa skap, yvirflatu og persónleika.

Verkstaðið er eitt stað at royna seg fram. Her er pláss fyri mistøkum, broytingum og óvæntaðum úrslitum. Tilfarið hevur sína egnu mótstøðu og sín egna vilja, og ofta er tað júst í samspælinum millum hond, hug og tilfar, at nakað spennandi tekur skap.

Her skapa vit ikki bara lutir – vit læra at kenna tilfarið, okkum sjálvi og hvønn annan gjøgnum tað, vit skapa.

Hentleikar

  • xxx m2
  • Uml. xxx fólk
  • Ljóðskipan og mikrofon
  • Klaver
  • Uppvørpulørift og skíggi

Myndir