Várskeiðið

🌱 Eitt vár fylt við nýhugsan, undran og upplivingum. ✨

Várskeiðið er 12 vikurs langt, har dentur verður lagdur á listarliga praksis og yrkisrætta gransking .

Gjøgnum ymiskar verkstovur arbeiða vit ítøkiliga við tilfari, teknikkum, hugskotum og samstundis menna næmingarnir sínar egnu listarligu tilgongdir. Tær tvørlistarligu verkstovurnar skapa rúm fyri nýggjum arbeiðishættum, og loyvir okkum at menna nýggj hugskot og skapa saman í einum fakligum felagskapi.

Útferðir er ein týðandi partur av skeiðinum, har vit taka støði í nátturu og umhvørvi sum kelda til íblástur, kanning og listarligt arbeiði.

Eitt várskeið fyri teg, ið hevur hug at arbeiða miðvíst við listarligari praksis, fáa nýggjan íblástur og vera partur av einum skapandi felagsskapi.

📆 08. Mars, – 30 Mai. 2027

💰3950 um mánaðin, alt íroknað

✨Ein røð av av verkstovum, listarligari gransking og upplivingum – mitt í føroyska landslagnum

Myndlist 🎨

🎨 Myndlist

Í Myndlist arbeiða vit við at kanna, skapa og hugsa gjøgnum ymiskar listarligar miðlar og arbeiðshættir. Vit arbeiða bæði praktiskt og hugmyndafrøðiliga við myndum, formum, litum, tilfari og rúmi.

Lærugreinin gevur rúm fyri at royna seg fram, arbeiða eksperimenterandi og menna eina egna listarliga praksis. Vit arbeiða við bæði klassiskum og samtíðar listarligum arbeiðshættum og lata okkum í stóran mun inspirera av umhvørvinum rundan um okkum.

Her snýr tað seg ikki bara um úrslitið, men um tilgongdina, kanningina og tað at finna sín egna máta at skapa uppá. ✨

Tvørlistarligar verkstovur 📷🏺

Í teimum Tvørlistarligu verkstovunum møtast ymiskar listarligar greinar, miðlar og arbeiðshættir.

Her arbeiða vit tvørtur um fak og praksisir – eitt nú við myndlist, filmi, tónleiki, skriving, handverki og øðrum skapandi miðlum. Verkstovurnar kunnu vera bæði stuttar og intensar, og tær leggja upp til at royna nakað nýtt og arbeiða saman við øðrum.

Endamálið er at skapa eitt rúm, har næmingar kunnu flyta seg millum listagreinar, deila vitan og arbeiðshættir og skapa nakað, sum ikki hevði tikið skap á sama hátt einsamalt.

✨ Tvørlistarliga arbeiðið er ein rørsla í spenningi – millum ymiskar miðlar, hugskot og fólk.

Mentan og umhvørvi - fólkalívsfrøði, heimsspeki og etikkur

🌿 Mentan og umhvørvi

Mentan og umhvørvi snýr seg um okkara samband við samfelagið, mentanina og náttúruna, vit eru partur av.

Vit kanna, hvussu vit menniskju skapa okkara umhvørvi – og hvussu umhvørvið samstundis ávirkar okkum. Við samrøðum, útferðum, tekstum, kanningum og skapandi arbeiði fáa vit møguleika at síggja okkara egna umhvørvi úr nýggjum sjónarhornum.

Lærugreinin leggur upp til forvitni, kjak og reflektión, og gevur næmingunum møguleika at seta spurningar við tað, vit taka fyri givið.

Gerandisdagurin

Gerandisdagurin – eitt lív í felagsskapi

Gerandisdagurin hjá okkum er meira enn ein røð av tímum, uppgávum og tiltøkum. Hann er ein felagsskapur, sum vit øll eru við til at skapa.

Her er pláss fyri at kanna, skapa, hugsavna seg og undrast. Vit skifta millum verkstøð, rúm og samrøður – frá myndlist og leiri til ljós, tónleik, bøkur, rannsóknir og handverk. Summar løtur eru fyltar við virksemi og orku, aðrar við djúphugsan, stilli og nærveru.

Vit hava ongar royndir, sum alt skal mátast eftir, og tí er rúm fyri at royna seg fram. At gera mistøk. At skifta meining. At hjálpa hvørjum øðrum. Og at fylgja einum spurningi, bara tí hann er áhugaverdur.

Rúmini eru ymisk, men tey hava nakað til felags: tey eru gjørd til menniskju. Eitt bókasavn til djúphugsan. Eitt verkstað til hendurnar. Eitt myrkt kamar til myndir. Ein matarsalur til máltíðir og samveru. Ein stova til samrøður. Ein høll, sum kann broyta skap eftir tí, sum skal henda.

Her læra vit ikki bara fakligar førleikar. Vit læra at vera saman, at lurta, at taka ábyrgd og at vera forvitin eftir heiminum og hvørjum øðrum.

Gerandisdagurin er okkara felags verk. Og tað, sum verður til, er ikki bara tað, vit skapa – men eisini tann felagsskapurin, vit skapa saman.

Hvør kann tekna seg?

Tú skalt vera fylt/ur 16 ár við skúlabyrjan, fyri at tekna teg. Býrt tú ikki í Føroyum, er aldursmarkið 18 ár. Onki ovara aldursmark er. Skúlin ger vart við, at vit ikki megna at lofta øllum sálarligum og fysiskum avmarkingum.

Tit, sum eru næmingar á Føroya Fólkaháskúla, verða viðfarin sum vaksin. Reglugerðin er einføld: Tú skalt møta stundisliga til alla undirvísing og tiltøk,  og skúlin er royk- og rúsfríur.

Vit virða ymiskleika á Háskúlanum, og tú ert vælkomin so sum tú ert –  júst har sum tú ert í lívinum beint nú.

Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skúlan, á telefon ella við telduposti. Tú ert eisini vælkomin at vitja okkum í Hornabø.

Kom við á Várskeiðið