Undirvísarar til Føroya Fólkaháskúla

Føroya Fólkaháskúli er ein vistarhaldsskúli, har list, vísindi, handverk, náttúra, samfelag og skapandiarbeiði møtast í einum livandi læringsumhvørvi. Á háskúlanum arbeiða vit tvørfakliga ogverkætlanargrundað, og vit virðismeta fjølbroytni í arbeiðsháttum, útbúgvingum og lívsroyndum. Vitvilja tískil eggja øllum við viðkomandi førleikum at søkja.

Um starvið:
Sum undirvísari á Føroya Fólkaháskúla hevur ábyrgd av at skipa frálæru og luttaka í einumlærandi umhvørvi, har næmingurin mennist og trívist.

Arbeiðsuppgávur eru:

  • Undirvísa og vegleiða næmingar innan list, skapandi arbeiði og almannamentan.
  • Menna og leggja til rættis undirvísingargongdir, byggja á tín undirvísingarstíl.
  • Luttaka í og menna verkætlanararbeiði saman við næmingum og starvsfeløgum.
  • Stuðla næmingunum í teirra persónligu og fakligu menning.
  • Samstarva við aðrar undirvísarar um tvørfakligt arbeiði.

Harumframt kunnu praktiskar arbeiðsuppgávur eisini verða tongdar at starvinum:

  • Samskipa verkstovur, framsýningar og onnur tiltøk á skúlanum

Vit vænta, at tú:

  • Hevur fakligar førleikar og hug at arbeiða skapandi við ungum fólki antin tín bakgrund erlistalig, samfelagsvísindalig, handalig ella náttúruvísindalig.
  • Hevur áhuga í frálæru og námsfrøðiligum arbeiði.
  • Dugir at arbeiða sjálvstøðugt og at taka ábyrgd.
  • Ert opin, skapandi og dugir at skapa eggjandi undirvísing.
  • Hevur góð samstarvsevni.

Vit bjóða:

  • Ein spennandi arbeiðsstað í søguligum umhvørvi mitt í Havn.
  • Stórt rásarúm at mynda egna undirvísing.
  • Møguleika at arbeiða við ungum fólki í skapandi tilgongdum.
  • Eitt arbeiðspláss, har list og menniskjalig menning ganga hond í hond.
  • Dygdargóðar royndir í samskipan og arbeiði við menniskjum.

Vit arbeiða við flestøllum listagreinum og vilja heita á øll við einari listaligari bakgrund at søkja.Harumframt vilja vit eggja øllum, hava eina samfelagsvísindaliga og humanistiska bakgrund, atsøkja starvið. Starvið verður sett eftir einari heildarmeting av hvussu umsøkjarin passar inn íverandi starvsfólkahóp.

Starvs- og lønarviðurskifti
Starvið er eitt hálvtíðarstarv, arbeiðstíðin er í høvuðsheitum gerandisdagar í dagtímunum, menroknast kann eisini við kvøld og vikuskiftisarbeiði eftir nærri avtalu.

Starvsstaður er á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, Tórshavn.

Harumframt er gjørligt at koma í verkætlanarstarv í styttri tíðarskeið, og tískil vilja vit eggja øllumáhugaðum at søkja vælkomin at viðmerkja í umsóknini, um bert ert áhugað/ur í føstum starvi,ella um verkætlanir eisini hava áhuga.

Lønin fylgir galdandi sáttmála hjá viðkomandi fakfelag.

Umsókn og freist
Umsókn við lívsrensli og viðkomandi skjølum skulu sendast til haskulin@haskulin.fo og vera okkumí hendi í seinasta lagi 20. juni.

Starvsbyrjan er í august 2026 ella eftir nærri avtalu. Hevur spurningar, ert vælkomin at vendatær til Torkil Tórgarð, stjóra, á torkil@haskulin.fo tlf 259281.