Tað hálva árið, tú ert á Háskúlanum, fert tú at royna eina ørgrynnu av ymiskum listagreinum. Vit mála, tekna, byggja skulpturar, arbeiða við leiri, skriva, smíða, spæla sjónleik, dansa og arbeiða við røddini og kroppinum. Eisini fara vit fleiri útferðir, at uppliva fjølbroyttu og áhugaverdu Føroyar. Dentur verður lagdur á, at hava tað stuttligt og skapa tryggar karmar at læra í.
Heystskeiðið
Lærugreinar
Lærararnir í myndlist, dansi og sjónleiki, eru útinnandi listafólk. Tú fært professionella undirvísing og vegleiðing, og kanst hugsavna teg og menna títt egna listarliga úttrykk. Vit eru einasti skúli í Føroyum, ið veitir hetta tilboðið til ung og vaksin.
Lærarin í mentan & umhvørvi er etnologur, og saman fara tit út at hyggja nærri at samfelagnum og uppliva føroysku náttúruna.
Gerandisdagurin
Øll hava ábyrgd og hjálpa til við húsligum og praktiskum uppgávum, og næmingarnir leggja sjálvi vikuskiftini til rættis.
Á Háskúlanum eru ongar próvtøkur, og sostatt eru háskúlamánaðirnir ætlaðir sum eitt andarúm úr strembanini eftir úrsliti. Fimm mánaðir har tú kanst fordjúpa teg og mennast í góðum felagsskapi saman við øðrum.
Hvør kann tekna seg?
Tit, sum eru næmingar á Føroya Fólkaháskúla, verða viðfarin sum vaksin. Reglugerðin er einføld: Tú skalt møta stundisliga til alla undirvísing og tiltøk, og skúlin er royk- og rúsfríur.
Vit virða ymiskleika á Háskúlanum, og tú ert vælkomin so sum tú ert – júst har sum tú ert í lívinum beint nú.
Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at seta teg í samband við skúlan, á telefon ella við telduposti. Tú ert eisini vælkomin at vitja okkum í Hornabø.