INTROVIKA HEYSTSKEIÐIÐ 2022
Næmingar framleiddu eitt risaverk av dansi og gipsi.
Tey kvøddu og dansaðu føroyskan dans á einum lørifti ið var dekkað við gipsi. Úrslitið av dansinum vóru sporini á løriftinum ið vit síðani fikseraðu.
Eisini gjørdu næmingarnir ein film, har tey sjálvi høvdu skrivað yrkingar og filmað.
Verkið var framsýnt í endanum av introvikuni, sum ein listarlig installatión.