Úr 90-ára minningarritinum
Nú verða 90 ár síðani, at fólkaháskúlavirksemi byrjaði í Føroyum á heysti í 1899. Tá vóru júst 55 ár liðin, síðani fyrsti fólkaháskúlin í heiminum byrjaði sítt virki í Rødding í Suðurjútlandi í 1844. Í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Álandi vóru fólkaháskúlar komnir, áðrenn 1899, í Íslandi og Grønlandi eru teir komnir seinni. Sostatt eru nú fólkaháskúlar í øllum Norðurlondum, men eisini aðrastaðni í heiminum finnast skúlar, sum hava norðurlendsku fólkaháskúlarnar sum fyrimynd, hóast teir ikki altíð virka á sama hátt; samfelagsviðurskiftini aðrastaðir eru jú so heilt ólík Norðurlondum. Sum dømi kunna nevnast eftir tali á skúlum: Tanzania, Póland, Ungarn, Indida, Bangladesh, Frakland, Chile.
Men eisini norðurlondini ímillum er stórur munur á fólkaháskúlunum: í Svøríki, Finnlandi og Álandi eru teir meira vorðnir ein partur av tí almennu útbúgvingarskipanini: Tað ber til at taka upp til 3 ársskeið á fólkaháskúla og fæst tá eitt prógv ella ein váttan, sum gevur rætt til at koma á lærdan háskúla. Kortini eru svensku skúlarnir rættiliga frælsir viðvíkjandi hvørji evni og lærugreinir, teir bjóða næmingunum. Í Noregi er 10 mánaða skeið mest vanligt á háskúlanum, styttri skeið (t.d. nakrar vikur) eru nústani komin í lag. Í Danmark, Íslandi, Grønlandi og Føroyum líkjast háskúlarnir á tann hátt, at teir bjóða stuttskeið, sum eru frá nøkrum døgum til 4 vikur, og longri skeið, sum eru frá 2 til 8 mánaðir, men annars eru teir rættiliga ymiskir: summir hava ávísa hugmyndafrøðiliga, politiska ella átrúnarliga hugsan aftan fyri seg, summir ikki, summir leggja dent á ávís evni sum ítrótt, tónleik, samfelagsvísindi, list, húsarhald, summir hava lærugreinir sum aðrir vanligir skúlar, summir venda sær til ávísar aldursbólkar, t.d. ungdómsháskúlar, landbúnaðarskúlar ella arbeiðaraháskúlar.
Í Danmark eru eftirskúlarnir, húsarhaldsskúlarnir og landbúnaðarskúlarnir nú skapaðir í bólkar fyri seg, men løgfrøðiliga og umsitingarliga verða hesir sokallaðu ,,fríu skúlarnir” tiknir undir einum, teir eru jú eisini saman við teim fríu barnaskúlunum børn hjá háskúlarørsluni. Í Danmark verða fólkafundirnir ,,andelsbesvægelsen”, ,,forsamlingshusene” og ,,De frie skytte-, gymnastik- og idræts- foreninger” eisini tald sum børn hjá háskúlarørsluni og teim grundtvígsku fríkirkjuliðunum, hóast fólkafundirnir í Danmark eins og í Føroyum byrjaðu nøkur ár áðrenn fyrsti háskúlin var stovnaður.
Millum tey yngru børn háskúlarørslurnar kunna nevnast kvøldskúlarnir og dagháskúlarnir. Fleiri av hesum fyribrigdum eru eisini komin til Føroya, uttan her at verða sett beinleiðis í samband við fólkaháskúlan. Í teimum ,,stóru” Norðurlondunum eru nú umleið 100 fólkaháskúlar í hvørjum landi, í Grønlandi eru 2, í Íslandi, Álandi og Føroyum bert 1, kortini skal nevnast, at Jóhan Kalsoy, lærari, í nøkur ár helt summarháskúla norðuri á Eiði.
Hóast, sum so oftani nevnt, háskúlarørslan er donsk í sínum uppruna, so er høvuðshugsjónin í henni fólkslig/tjóðskaparlig, og sostatt hevur hon í sær eini evni til at gróðursetast í einumhvørjum fólki, einihvørjari tjóð, og har verða lagað til sum fólkalyndi er til og tørvur á. Soleiðis hevur Háskúlin í Føroyum av fyrstan tíð verið av sonnum føroyskur. Politisku viðurskiftini og ríkisrættarliga støða Føroya gjørdi, at Háskúlin eftir sína byrjan mátti taka politiskar partar fyri sjálvstýrisrørsluni. Hetta forðaði tó ikki fyri, at fólk í øllum politiskum litum og samfelagspørtum hava stuðlað Háskúlanum gjørgnum tíðirnar. Ungmannafelagsrørslan í Føroyum er eisini sprottin av háskúlarørsluni.