Men týdningur háskúlans er ikki bundin til, hvussu nógvar ítøkiligar rørslur, felagsskapir ella samfelagsvirkesemi, ið hevur sín beinleiðis uppruna í honum. Týdningur hansara liggur í týdninginum, hann hevur havt fyri tann einstaka næmingin, sum hevur vitjað hann. At tað ofta hevur ført við sær, at næmingurin seinni hevur avrikað stórverk fyri bygd og land, sum avgjørt er sprottið av tí, sum sáðið varð á háskúlanum, tað er ein onnur søk, og at vit í Føroyum eiga so nógv skrivandi fólk upp á seg, sum kanska einki annað land í heiminum, er ein ávøkstur av tí veking til málmedvit, sum háskúlin avgjørt eigur størsta heiðurin fyri.

Hesin týdningurin er grundaður í háskúlans menniskjasýni: Menniskja er skapað í skaparans mynd, t.v.s. menniskjað er sjálvt ein skapari. Háskúlarnir kunna lata hetta menniskjasýnið koma til sjóndar á so ymiskan hátt, men oftast er tað komið til sjóndar í søgufrásøgnini, sum frá byrjanini var eit høvuðstáttur háskúlans. Frásøgnin um gudasøgur, veraldarsøguna og fosturlandssøguna var á ein slíkan hátt, at hon skapaði í næminginum sannføringina um, at hann sjálvur var partur av søguni og hevði ábyrgdina av, hvussu hon sá út, tá ið hansara ættarlið fór í søguna. Henda søgufatan hevði aftur ávirkan á alt annað, sum háskúlin hevðist at av frálæru. Rokning, skriving, alisfrøði, náttúrufrøði og landalæra vóru bert ein víðkan av søguni. Handaligar lærugreinirnar og handaliga arbeiði, sum neyðugt var í háskúlans gerandisdegi, somuleiðis.

Tí er tað ikki so avgerandi hvørjar lærugreinir ella evni ein háskúli hevur á skránni, um hann skal av sonnum nevnast fólkaháskúli, men tað avgerandi er, undir hvørjum menniskjasýni hann arbeiðis við sínum evnum. Men søgan og móðurmálið, sum jú er tann klædningur, ið søgan og lívsfatanin øll gongur í, megu undir einumhvørjum formi eiga rúm, um skúlin av sonnum skal nevnast fólkaháskúli.

Hetta menniskjasýnið ber eisini í sær, at øll menniskju uttan mun til evnir og útbúgvning og kyn og aldur og sjónarmið annars kunna koma á háskúla. Háskúlin møtir teimum, her tey eru, og gevur øllum møguleikan at mennast og vaksa. Tað er ikki umráðandi fyri ein háskúla, um hann skal kallast sannur fólkaháskúli, hvussu studningslóggávan er, hvørjari landsumsiting, hann hoyrir undir, hvussu húsini eru bygd, hvørjar lærugreinir hann bjóðar, o.s.fr. Tað, sum umræður, er lærararnir og starvsfólk skúlans annars. Hava tey háskúlans menniskjasýni og vilja tey geva seg sjálvan í møtinum við næmingin, so hann kennir, at her er eitt menniskja, sum vil honum nakað, tá, og bert tá verður skúlin ein fólkaháskúli.

Hetta menniskjasýnið er tað, sum hevur skilt fólkaháskúlarnar frá allari aðrari útbúgving í samfelagnum, men tíbetur hevur fólkaháskúlin havt so stóra ávirkan hesi skjótt hálvtannaðhundrað árini, hann hevur verið til, at almenni skúlaskapurin ikki longur er tann ,,svarti skúlin”, sum Grundtig reisti seg ímóti. Men próvskúlarnir hava enn tað grundarlag, at geva næmingunum ein kunnleika, sum skal gera teir meira verdar ella betur skikkaðar til eitthvørt starv, einhvørja løn ella einhvønn livifót, meðan háskúlin frammanundan gongur út frá, at næmingurin er tað verdur. Tá ið næmingurin hevur sæð seg sjálvan, sína søgu og sítt samfelag í hesum ljósi, fer hann til verka at skapa sær og sínum tey livilíkindi, sum møgulig eru. Soleiðis ber tað til, at ,,svarti skúlin” kundi skapa embætismess, prestar og læknar, meðan fólkaháskúlin kundi skapa samtøkurørsluna.