Háskúlans menniskjasýnið gongur út frá, at øll menniskju hava í sær ein dreym um at liva meir, liva inniligari, meira ,,autentiskt”, tað er ikki altíð tað sama sum at liva longur ella flottari ella makligari. Hetta er umráðandi at hava fyri eygum í einum samfelag, sum leggur meira og meira dent á nýtslu, njótingar, undirhald og keyptan stuttleika.
Vit hava havt ta gleði at vera fyristøðufólk háskúlans í 8 ár í eini tíð, har fleiri og fleiri næmingar komu á háskúlan eftir 10 ára skúlagongd, og har tað sostatt bar til at arbeiða við evnum og linjum ella greinum, sum vanligt er nú á háskúlum uttanlands. Greinarnar vórðu nevndar: skúlagreinin, skapandi greining, fiskivinnugreinin og ungdómsgreinin; oftast vóru tó bert 3 av hesum í senn. Á skúlagreinini høvdu vit allar tær lærugreinir, sum verið høvdu frá byrjanini: danskt, rokning, enskt, týskt, alisfrøði. Skapandi greinin hevði listarsøgu, evning, handarbeiði, leirarbeiði, málning o.s.fr. Fiskivinnugreinin lýsti spurningar viðvíkjandi fiskivinnu. Ungdómsgreinin lýsti ungdómsspurningar viðv. arbeiði og frítíð, sálarfrøði, tónleiki, mentan o.s.fr. Allir næmingarnir høvdu móðurmál, bókmentir, søgu, samfelagskunning, mentanarsøgu og sálarfrøði. Miðalnæmingatalið á skeiðunum var bein omanfyri 30, also umleið 500 næmingar tilsamans. Um sumrarnar vóru altíð stuttskeið, sum mest vóru fyri útlendingar um føroysku søgu og samfelagsviðurksifti. Í 1982 byrjaðu vit at hava stuttskeið fyri føroyingar um veturin, og vísti hetta tiltak seg at hava nógv størri áhuga enn vit høvdu væntað, tilsamans 785 fólk hava verið á hesum stuttskeiðum: pensiónistaskeiðum, kvinnuskeiðum, búnaðarskeiðum, vevskeiðum, samfelagsskeiðum, heimahjálparaskeiðum. Á stuttskeiðunum, sum hildin hava verið um sumrarnar og í vikuskiftum ella meðan langskeiðini hava verið, hava tilsamans verið 797 fólk hesi árini. At møta so nógvum fólkum, ið eru komin saman at menna seg í samveru og samtalu við onnur og við lærarar skúlans er eitt priviliegium, sum eingin háskúlalærari kann virða ov høgt. Tað er tí við gleði og takksemi, at vit minnast aftur á tíðina á Føroya Háskúla.
Á 90-ára degnum skal tað vera ynski okkara, at Harrin má signa virki Føroya Fólkaháskúla framvegis, so at hann altíð má eiga fólk, ið virka í sonnum háskúlaanda. At geva lívsupplýsingina um, at menniskjað er ætlað at vera skapari sjálvt, er meira neyðugt enn nakrantíð í einum samfelagi, har tað at vera brúkari og njótari liggur so alt ov raðið fyri okkum, og har tað at liva og virka meira tykist at vera ein spurningur um nøgd enn um dygd, og har sterkar fjølmiðlakreftir so lætt kunna køva mál og medvit okkara sum føroyingar.
Til lukku við teim 90 árunum.
Inge og Thorben Johannesen