Føroya Fólkaháskúlafelag

Úr 90-ára minningarritinum

Øll kenna vit søguna um Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, sum byrjaðu skúla í Klaksvík í 1899, fluttu fyrst í Føgrulíð og síðan til Tórshavnar, hava stríðst við skúlan, til tess at elli tók teir báðar. Eftir liva Rasmus og Sanna, einkjan eftir Símun. Fúsir til verka hava hesir menn komið til Føroya, og trúliga hava teir starvast fyri sínum hugmálum, men mangan hevur sigið tungt á, bæði andstøðan frá Føroya fólki og fíggjarligu viðurskifti teirra. – Undir slíkum trupulleikum var tað, at vit nakrir tóku og stovnaðu Føroya Fólkaháskúlafelag av næmingum og øðrum, sum høvdu vælvild fyri Háskúlanum. Hetta varð gjørt í februar mánaði 1912. Endamálið var at styðja skúlan og skapa samanhald millum næmingarnar, sum har høvdu verið. Av sínum limagjaldi gav felagið studning til næmingar og virkaði annars fyri at fáa unglingar at søkja skúlan. So dúgliga var arbeitt, at næmingatalið í árunum 1914-17 kom upp á ta hædd, sum kravdist fyri at fáa Háskúlanum lógbundnan ríkisstudning. Hetta var júst í teimum árunum, tá ið stríðið stóð sum harðast mót øllum tjóðskapligum framburði í Føroyum, og Føroya Fólkaháskúli varð drigin inn í hetta stríðið. Hann var tann skúlin í landinum, sum hevði móðurmálið til lærugrein. Skúlaskipanin frá 1912 stongdi fyri føroyskum máli í barnaskúlunum. Tess vegna var Háskúlin høgt í metum hjá øllum føroyskt sinnaðum fólki, og hann var sjálvt stríðsevnið millum føroyskt og danskt í Føroyum. Har viku háskúlamenninir ikki, Háskúlin var sum ein varðborg fyri føroyskum máli. Har aldust unglingar upp til at kenna seg heima í Føroyum, kenna seg sum Føroyingar, – móðurmálið var lykilin til tess.

 

Fegnir vóru vit, sum høvdu við Háskúlafelagið at gera, at tað kundi styðja skúlan somikið. Ansurin fyri skúlanum vaks, og næmingatalið kom upp í eina hædd, sum tað neyvan síðan hevur havt. Hetta var undir fyrra veraldarbardaga, tá vóru góð ráð millum manna.

 

Tað er sagt, at Fólkaháskúlin hevur ta serstøði millum skúlar, at hann er hugvekjandi fram um aðrar. Hansara uppgáva er at vera forskúli fyri ungdómin, hann hevur at røkja tann partin í uppforstranini, sum heimasøgumenninir hvør í sínum lagi høvdu áður, og hartil skal kunna geva almennakunnleika – og serkunnleika í ymsum greinum. Soleiðis sæð verður Fólkaháskúlin til allar tíðir ein neyðsynjar ungdómsskúli. Føroyingar eru tøkkskyldugir til teir menn, sum nú í 50 ár hava havt henda skúla í Føroyum. Tað má vera uppgávan at gera Føroya Fólkaháskúla so góðan, at hann stendur mát við tíðina, har um mega vit allir samla okkum.

 

Heimlandið fyri fólkaháskúlanum er Danmark. Fólkið skuldi reisast til medvit og áræði. Tann frælsistrongdin og virkistrongdin, sum gamli Grundtvig var málsmaður fyri, kom til vøkstur gjøgnum tað livandi orðið á fólkaháskúlunum. Mær tykir, at Símun av Skarði hevur lýst hesa grundáskoðan í songinum: ,,Vit Føroyingar fingu frá fornari tíð”. Har er ein reystleiki, sum er sjaldsamur. ;Føroyar er farið, vit øll eru í, her úti í Atlantshavsbárum”. Og ,,vit taka einans havn, har frælsi grør fyri Føroya navn.” Soleiðis lýsir maðurin tað megni og tann fosturlandsalsk, ið hann ynskir, at Føroyingar skulu eiga. Hetta er tann fríski streymur, sum fylgdi háskúlamonnunum. Og hann er eyðkendur fyri satt háskúlalív í Norðurlondum.

 

Eins og Føroya Fólkaháskúli hevur verið ein varðborg hjá føroyskum máli og ein stuðul fyri føroyska mentan í heila tikið, so mega Føroyar fáa aðrar læristovnar, sum standa mát við framburðin í landinum, ella rættari, geva grundarlag fyri framburði. Lagnan hevur skapt okkum til at hava serstøðu millum tjóðirnar. Okkara egni dugnaskapur verður altíð tann berandi, annaðhvørt vit menna hann heima í Føroyum, ella í øðrum londum. Men altíð má verða vunnið á slíkan hátt, at tað verður til frama fyri føroyska mentan, verður umskipað eftir føroyskum viðurskiftum, á føroyskum botni. Hetta var tann berandi hugsanin við Føroya Fólkaháskúla, ta tíð hann varð stovnaður, og somu treytum liva vit undir tann dag í dag, tó at tíðin hevur ført okkum nakað á føroyska leið. Vit vilja, at Føroya Fólkaháskúli skal vera ein sannur mentunarstovnur á føroyskum botni. Tá røkir hann ta uppgávu, sum fólkaháskúlarnir hava í hinum Norðurlondunum. Føroya Fólkaháskúlafelag kann bert ganga Háskúlanum til handa í hesum starvi. Men tað er ikki skeivt sagt, at júst hesa uppgávu hevur felagið til tíðir røkt, so at munur hevur verið í. Og tað kunnu vit fegnast yvir sum føroyingar, so sum tíðir líða.

 

E. Húsgarð