Úr 90-ára minningarritinum
At háskúlamálið er danskt av uppruna man vera so almannakunnugt, at tað ikki nýtist at vera nevnt.
Úr Danmark var hetta at hava skúla – ein hægri skúla – fyri ungdóm, sum ongan annan skúla hevur gingið í enn hin almenna barnaskúlan, farið út í onnur lond, í 1. røð Noreg, Sviaríki og Finnland, so til Íslands og Føroya.
Hendan hugsan er fyrst kyknað upp í heilanum á so mætum manni N.F.S. Grundtvig. Hann stovnaði tó ongan skúla sjálvur, tað gjørdu aðrir menn í Danmark.
Hugsjónin um fólkaháskúlan er útrunnin av tí, at Danmark í 1848 fekk fólkastýri í staðin fyri einaveldi. Tað var greitt fyri Grundtvig, at skuldi fólkið taka lut í landastýrinum til nakran mun, mátti fólkið hava upplýsing – eina hægri upplýsing enn hon fæst í barnaskúlanum. Upplýsing um lívið, um søgu fólksins, um móðurmálið og skaldskapin á tí. Grundtvig er fyrsti maður, ið hevur torað at seta fram hugsan um at gera hin almenna mannin til mentaðan mann, og tó ikki til lærdan, bóklærdan mann. Bókina leit hann ikki á til tess; men hann leit á og trúði á, at hitt livandi orðið, borið fram við eldhuga á móðurmálinum frá einari livandi mannasál, kundi gera undurverkið.
Tann fyrsti føroyingur, sum vit vita um, at henda grundtvigska háskúlarørslan hevur ávirkað sjónliga, er ein genta úr havn: Ellen Elisabeth Cathrine Jacobsen (deyð 20. januar 1904). Hon var sum blaðung farin til Danmarkar at læra húsarhald og kom aty vera á einum garði í Jyllandi, har júst hin grundtvigska andsrørslan var livandi og sterk. Ellen Jacobsen, ella Elin á Húsum, sum hon vanligast varð nevnd, var andaliga vakin og rættiliga hugfangað av hesum nýggja andslívi. Tá hon kom aftur til Føroya eitt ár seinni, fjaldi hon ikki tann bjarta eld, sum kveiktur var í ungu sál hennara, men læt hann lýsa og hita uttan um seg, harhon fór. Frá og við henni er tann fyrsta glæma av háskúlarørsluni komin til Føroya.
1873-74 fara teir fyrstu næmingar úr Føroyum til danskar háskúlar, og hetta eru øll ungmenni, sum hava verið meira og minni undir ávirkan frá Elini: systir Elinar, Betty Jacobsen, bóndasynirnir Jóhannes Dalsgaard, Skálavík, Jóhan Hentze, Trøðum, Sandi og Jacob Jacobsen, lærari í miðvági. Ísurin var brotin, háskúlarørslan var komin til Føroya; men føroysk var hon ikki á nakran hátt enn.