30.juni endaði kennaraskeiðið, og nú búðu háskúlamenninir seg til heimferðar. Teir tóku sær far við Smirli og komu í ferðarlag við hópin av føroyingum. Inn varð sett í Hetlandi eftir Rasmussi Effersøe og Feilberg, sum vóru a rannsóknarferð har.
Teir komu heim fyri ólavsøku 1899 og fóru beinanvegin undir fyrireikingar til vetrarskeið og fingu bráðfeingis studning frá ymskum monnum. Teir hildu til í einum húsum hjá Jóan Peturi Olsen, keypmanni á Stongunum. Hesi húsini stóðu tóm.
Hetta fyrsta skeiðið var frá fyrst í november til út ímóti endanum á mars. 16 næmingar vóru, átta úr Klaksvík, teir búðu heima, hinir búðu á skúlanum. Allir uttan ein.
Ikki var húskið á Stongunum stórmansligt. Rasmus smíðaði saman nøkur skúlaborð og nakrar beinkir. Tey tørviligastu húskiráð vóru fingin til vegar. Anna Sofía, systir Símunar, hon, sum seinni giftist við Rasmusi, tók sær av húsarhaldinum.
Ikki vóru tað tey lagaligu og ríkiligu korini, ið gjørdu hendan fyrsta veturin ríkan og hugnaligan, men neyvan man nakar seinni skúlavetur hava staðið honum fremri í andaligari vón, megi og arbeiðisgleði. Av føroyskum bókum og skúlaamboðum var ikki mikið at taka. Føroyingasøga, Færøsk Anthologi og Smásangir og Sálmar, tað var alt. Eitt Føroyakort var tó til (Borns kort yvir Føroyar); men hetta var alt framíhjá. Tað sum var høvuðsmálið var røðan – hitt livandi orðið. Hvør kennarin helt tvær røður um dagin: Símun røddi um søgulig evni, og Rasmus um náttúrufrøðilig, Annars gekk dagurin við skúlakenslu.
Rasmus hevði rokning og danskt mál Símun føroyskt og enskt. – Serliga var lagt mikið arbeiði í føroyska rættskriving eftir Hammershaimbs lagnum. Hetta at læra seg at lesa og skriva Føroyskt var nýtt fyri næmingunum, og hugtók teir almikið. Eina tíð av vetrinum hevði Rasmus gymnastikk – fimleik – við næmingunum í samkomuhúsinum tíðliga á morgni, og komu umframt næmingar skúlans eisini nakrir dreingir úr bygdini til hesar tímar. Nøkur sunnukvøld vóru fundir hildnir í samkomuhúsunum, har Símun og Rasmus skiftust um at flyta røður um ymisk søgulig og andalig evni.
Hesum unga og nýggja skúla varð sýndur góður samhugi og vinskapur av flest øllum bygdarfólki. Fundirnir vóru oftast fjølmentir. Har varð bæði sungið og talað. Skulu nakrir vinir skúlans verða nevndir fram um aðrar, mega teir vera Símun F. Hansen, keypmaður og frú Sigrid Lutzen í Klaksvík.
Heimið hjá Joen Petur Olsen á Stongunum stóð altíð opið fyri háskúlamonnunum, tvey børn teirra Jóan Peturs og Siggu: Olaf og Elisabeth gingu har sum næmingar, og manga hugnaliga løtuna høvdu háskúlamenninir har niðri hjá Jóan Peturi.
Tá hetta fyrsta skúlaskeiðið var at enda, fóru háskúlamenninir fyri álvara at hugsa um bygging, tí so hugnaligur veturin hevði verið. var hetta tó ikki staðurin at halda fram á. Hetta var bert bráfeingis tiltak
Í teirri tíðini var ein megnarmaður í bygdini, sum eingin maður, ið nakað ætlaði, gjørdi klókt í at ganga uttanum, og hann var J.C.Djurhuus, faktor í Jørgen Beck og Sønners handli. Altíð nevndur bert faktorin. Faktorin hevði ikki víst skúlanum óvild, tvørturímóti, hann hevði verið háskúlamonnunum vinarligur í viðtøkum, uttan tó at vísa skúlastarvinum nakran serstakan ans. Símun, sum var øllum viðurskiftum í Klaksvík meinkunnur, helt tað vera beinast at søkja ráð hjá faktorinum, tá nú talan var um at byggja skúla. Úrslitið var tím at teir samráddust við Símun í Vági, faktor Djurhuus og Sigrid Lutzen. Tey vóru ikki samd um, hvar skúlin skuldi standa. Símun vildi hava skúlan at vera nakað burtur frá bygdini.
– Ein dagin um várið, áðrenn vetrarskeiðið var endað, vóru teir báðir vestanfyri undir Hálsinum, og tá avgjørdu teir, at har skuldi skúlin standa, og staðurin varð sama dag nevndur Fagralíð. Ikki líkaði henda avgerð øllum vælvildarmonnum, men háskúlamenninir stóður fastir við sína avgerð, og so varð farið til bøndurnar í Vági at biðja sær setur. Teir játtaðu allir; men í Vágshaga er ein ognarmørk, “Akursmørk”, og hon er smábýtt. Farið var til allar gyllinarmenninar. Teir játtaðu eisini. Nú kundi verða bygt, men um jørð skuldi verða keypt, mátti góðsstjórnin eisini játta. Ikki sýndu hesir embætismenn somu vælvild sum bygdarmenn og bøndur. Við teir varð mikið stríð í langa tíð og úrslitateyst, men meira um hetta seinni.
Tá skeiðið var at enda, fór Símun norður til Skarðs og Rasmus vestur í Vágar.
Har vesturi smíðar Rasmus vindeyguni til skúlans. Hann fer norður aftur til Klaksvíkar eftir páskir. Viður til hurðar var keyptur í Vágum og førdur norður. Í einum pakkhúsi í Klaksvík smíðar hann hurðarnar; Niclas Erik, faðirbróðir Símunar, hjálpti honum við hesum arbeiði.
Tað hevði verið ogjørligt at hugsa um bygging, um háskúlamenninir ikki høvdu fingið peningahjálp, men hana fingur teir. Teir heittu fyrst á vinir og vælvildarmenn, sum fegnir lótu teir fáa lán, summir vildu heldur lata gávu enn lán, 100 kr., 200 kr. ella minnim alt eftir førimuni; einar 1000 kr. tilsamans. Hetta var mikil peningur í teirri tíðini.