Tað hevði verið roynt at fáa lógina fyri háskúlar og búnaðarskúlar broytta fyri Føroyar og fáa kravið um ársnæmingatalið sett niður í 6. Hildið varð fram, at lógin var óhóskandi fyri Føroyar, tí í Danmark vóru tá 55000 íbúgvar fyri hvønn háskúla, meðan í Føroyum vóru bert 25000 til ein. Harumframt kom, at nøkur ungfólk úr Føroyum leitaðu á danskar háskúlar, meðan ungfólk úr Danmark ikki leitaðu higar. Lógin varð so broytt í 1930, ársnæmingatalið varð sett niður í 6 og skúlin var nú undir lógini til fram ímóti hesum veraldarbardaganum.
Skúlin hevði eisini vinir uttanfyri Føroyar, og tá teir frættu um standin, tóku teir seg saman til at hjálpa. Ógloymandi man ólavsøkufundurin 1927 vera teimum, ið á fundi vóru. Á hesum fundi vóru gestir úr øllum Norðurlondum, og fluttar vórðu røður av Jørgen Fr. Jacobsen, mæta søgufrøðingi okkara, sum doyði so alt ov ungur, og føroyavinunum professara Torleiv Hannås úr Noregi og háskúkastjóra Tormod Jørgensen úr Danmark. Og hesir báðir seinnu bóru fram høvdinaligar peningagávur til skúlans: Torleiv Hannås 1600 kr. og Tormod Jørgensen 910 kr., peningur, sum var savnaður millum vinir skúlans í hesum báðum londum. – Eisini komu um hetta mundið úr Íslandi 1000 kr. sum gáva til skúlans.
Av tí at státurin árliga læt skúlan fáa ein styrk, sum tó var treytaður av, at løgtingið eisini læt árligan styrk, setti ministeriið uppá at fáa árliga frágreiðing um skúlastarvið, og at tað eisini vildi hava tilsýn við skúlanum. Hesum hevði skúlans stjórn einki ímóti at mæla; men tá ministeriið útnevndi Føroya Skúlastjórn (amtmann, próst og ein løgtingsmann) sum eftirlitsmenn, kann tað ongan undra, um háskúlamenninir hildu hetta vera merkiliga gerð. Tílíkt hevði tó aldri verið boðið donskum háskúlum. Danskir háskúlar høvdu sín serliga eftirlitsmann.
Av hesum stóðst eisini mikið ólag nøkur ár seinni. Ein dag mitt í summarskúlaskeiðinum møta Føroya próstur og amtmaður á skúlanum og krevja at vera hjástaddir í skúlatímanum. Hetta eftirlíkaði lærarin, hesir báðir embætismenn vóru jú útnevndir til tess; men tá teir so mitt í røðu lærarans talaðu at og spurdu, um hann ikki vildi gera so væl at enda nú, so teir kundu hoyra næmingarnar í aðrari lærugrein við, og skilaðu til, at hon skuldi vera danskt mál, varð sama lærara dátt við. Hann segði teim, at næsti tími átti at vera rokning, og at hann ikki broytti tímaplánin; so gjørdust teir firtnir. Teir fóru so út, men komu aftur seinni, tá hin lærarin skuldi hava tíma. Ikki gekk mætari tá, hvassur orðadráttur varð nú og eftirlitsmenninir fóru sín veg í tí skili.
Teir komu ikki aftur seinni, tí prósturin gav frágreiðing til skúlamálaráðharrans, og tá forstøðumaður skúlans seinni bað ráðharran um loyvi at síggja, hvat prósturin hevði sagt, fekk hann stutt og greitt nøkur orð um smávegis umstøður, sum prósturin hevði sagt frá, og hesi mikið talandi orð: “Hvad der iøvrigt er indberettet, finder man ingen Anledning til at meddele.”
Útfallið varð seinni, at ministeriið bað stjóra skúlans koma við uppskoti til nýggjan eftirlitsmann. Tað varð gjørt, og so hoyrdist ikki meira um hetta mál.
Í 1912 varð stovnað Føroya Fólkaháskúlafelag, felag fyri gamlar háskúlanæmingar og onnur, sum høvdu áhuga fyri háskúlanum. Endamál felagsins var at styðja Háskúlan, við gjøgnum limirnar at vekja ans fyri skúlanum úti um landið, og við at lata peningastyrk til ungfólk, sum søkja til skúlans. Tað man vera ilt at meta til fulnar, hvør stuðul hetta felag gjøgnum árini hevur verið skúlanum. Tað hevur veitt studning til eina mongd av næmingum, og altíð tá á hevur staðið, hevur felagið verið búgvið at taka tøk skúlanum til frama.
Fleiri ferðir hava verið havdir basarar til frama fyri skúlan. Tveir hava verið í Klaksvík, árini 1900 og 1916, og í Havn vóru basarar 1912, 1924 og 1945. Tveir teir seinastu fekk Háskúlafelagið í lag, hinar høvdu aðrir vinir skúlans fyrireikað. Til at fáa í lag tílíkar basarar og til at fáa teir at eydnast so væl, sum fleiri av hesum eydnaðust, krevst eitt ómetaligt arbeið. Og skúlin stendur í takkarskuld til øll tey mongu, sum úti um alt landið hava sitið og virkað lutir, smærri og størri, til hesar basarar.
Umframt basarin í 1945, sum gav so óført úrslit, knappar 40.000 krónur, hevði nakað frammanundan Ítróttarsamband Føroya havt peningasavnan til fimleikahøll við skúlan og skuldi henda høll verða reist sum minnisvarði yvir Símun av Skarði. Henda peningasavna gav o.u. 12.000 krónur. So nú eru í byggigrunni skúlans yvir 50.000 krónur. Og ætlanin er at fara undir stórvegis bygging, áðrenn ovlangt frálíður.
Felagið hevur á hvørjum ári aðalfund sín á Føroya Fólkaháskúla ólavsøkuaftan og hevur saman við aðalfundinum almennan, fund, har kennarar skúlans og aðrir menn flyta røður . Altíð hava hesir fundir verið hugnaligir og mangir av teimum ógloymandi. Umframt røðirnar fekk fundurin sín dám av, at her hittust úr ymsum ættum úr landinum fólk, sum fyrr høvdu verið næmingar á skúlanum, og tí kundu lívga upp gomul minni. Eisini hevur øll árini í sambandi við ólavsøkufundin verið framsýning av hondarbeiðinum hjá gentunum, og hevur henda framsýning ofta verið dúgliga vitjað.
Sum vera man, hevur av og á hent, at onkrum kennarum skúlans barst frá, annaðhvørt at teir vóru burturstaddir, ella av sjúku ella aðrari orsøk. So varð heitt á fólk úr Tórshavn og í einstøkum føri av bygd, lærarafólk, prestar og onnur, fyri at fáa hjálp, og altíð vóru tey beinasom og hjálpsom. Ikki er tað lítið tal av kvinnum og monnum, ið á tann hátt hava veitt skúlanum dugnað, tá tørvur var á.
Umframt ólavsøkufundirnar hava eisini verið aðrir almennir fundir á Háskúanum, har lærarar skúlans og aðrir hava flutt røður. Og ikki er at gloyma teir samfundir, sum næmingar skúlans, læraraskúlanæmingarnir og ungmannafelagið “Merkið” høvdu í mong ár. Hvør hevði sítt skrivaða blað, háskúlanæmingarnir høvdu “Tjaldrið”, sum “kom út” á fyrsta sinni í Føgrulíð veturin 1901-02, læraraskúlanæmingarnir “Snarljós” og “Merkið” hevði “Neistan”. Harumframt var havt á fundi: røður, upplestur o.a., og av og á vóru sjónleikir spældir. Sunnukvøld um veturin var ofta dansur, og væl munu tey minnast, ið við vóru, hvussu hugnalig hesi dansikvøld vóru, og hvussu væl dansurin gekk. Ein gomul kvæðakempa Enok Andreassen á Frælsinum, var vissur gestur hesi dansikvøld.
Seinni fekk “Merkið” sær annan fundarstað, men læraraskúlanæmingarnir leita alsamt út á Háskúlan til leygarkvøldafundir um veturin, og dansikvøldini, sum hava verið burturdottin í nøkur ár, verða nú uppafturtikin. Seinasta vetur høvdu vit eitt frálíka hugnaligt dansikvøld á Háskúlanum.
Í 1920 og 1923 høvdu føroyskir kennarar námskeið á Føroya Fólkaháskúla. Skeiðið byrjaði aftan á ólavsøku og helt í tvær vikur. Umframt føroyskar kennarar, sum góvu lærdóm á hesum báðum skeiðum, vóru eisini útlendskir menn. Á hinum fyrra var íslendingurin Jón Helgason; Hann las íslendskt við “næmingunum”. Á hinum seinna var íslendingurin Freysteinn Gunnarsson, núverandi kennara-skúla-stjóri í Reykjavík, sum las íslendskt við teimum og flutti røðu um Vøluspá, og norðmaðurin Jon Mannsåker, sum fluti røður um Noregis søgu. Føroyskir kennarar, sum vóru á hesum skeiðum, vilja ivaleyst alla ævi sína minnast á tær hugnaligu stundir, tá teir sótu og lurtaðu eftir hesum trimum monnum.
Vit minnast øll aftur á 1930-árini, hvussu trongstatt fólkið í Føroyum var peningaliga. Høvuðsvinnan, fiskurin, sveik, og tað sveið at fólkinum. Miðalársvinna hjá fiskimanni, tá vánaligast var, mundi vera niðanfyri 700 krónur. Tað er ikki lætt at skilja, hvussu fólkið hevur bjargað sær ígjøgnum hesar trongdir. Døgurðamat hava tey sjálvandi roynt at bjarga sær á sjónum og við at velta sær epli og kanska hava kúgv. Reiður peningur hevur bert verið nýttur til tað mest neyðturviliga, og hjá teim flestu var sjálvandi ikki hugsingur um at senda børnini á skúlar – annaðhvørt á Háskúlan, ella aðrar skúlar, – til tess tørvaði peningur. Og fyri Háskúlan varð úrslitið tað, at næmingatalið minkaði, ja, summarið 1934 vóru bert 3 næmingar á skúlanum.
Tað hevur verið eitt ótrúligt seiggi á hesum báðum monnu, at teir vóru mentir at halda áfram undir sovorðnum líkindum.
-Undan hesum veraldarbardaganum var ársnæmingatalið komið niður um 6, tað talið, sum lógin um styrk til skúlans kravdi. Tó læt ríkisstýrið nakað lítið av styrki til skúlans, og næmingar høvdu framvegis rætt til eftir lógini at fáa ríkisstyrk.
So kom kríggið og við tí miklar broytingar. Nú misti skúlin sambandið við ríkisstýrið, og heilt frá krígsbyrjan kom eingin peningur til skúlans haðani, nú fekk skúlin sín studning frá løgtinginum og frá Tórshavnar býráð, sum síðan 1927 hevur latið árligan studning til skúlans. – næmingar við skúlan hava tó øll hesi árini fingið ríkisstyrk gjøgnum amtið.
Hesin var standurin, til tess løgtingið frá 1. apríl í ár hevur átikið sær alla ta studningagávu, sum ríkisstýrið hevur havt.
Í 1942 skifti manningin á Føroya Fólkaháskúla. Símun av Skarði og Rasmus Rasmussen, sum høvdu starvast við skúlan heilt fr+a byrjan í 1899, og sum her høvdu halgað lív sítt til at upplýsa, vekja og menna Føroya ungdóm, løgdu nú frá sær. Teir vóru báðir um sjeyti ára gamlir og Símun haraftrat heilsubrekaður. Jóannes av Skarði nú við starvi sum fyristøðumaður skúlans, og til kennara aftrat honum varð fingin Mourits Mohr av Sandi, sum júst tá hevði fingið prógv við kennaraskúlan í Havn.
Bergljót av Skarði hevði í mong ár verið kenslukona í hondarbeiði um summarið, og hon helt fram við starvinum. Ætlanin var, at Símun og Rasmus skuldu vera teimum ungu til hjálpar ta fyrstu tíðina. Men Símuni eydnaðist tað ikki leingi, hann doyði sama ár. Tað var hin 9. oktober, sum vetraskeiðið byrjaði hin 1. Í hesum døgum helt hann tveir fyrilestrar í norrønari mentunarsøgu fyri næmingunum, hin seinna fyrilesturin sama dagin, sum hann andaðist um kvøldið. – Rasmus hevði tveir tímar um dagin við næmingunum til 1945, tá segði hann teir frá sær. Men hann hevur búð á skúlanum alla tíðina, og býr enn og er góður at heita á í ráðum.
Tað var ein eydna fyri teir, sum tóku við leiðsluni og kensluni á skúlanum, at peningaviðurskiftini millum manna vóru batnað og vórðu batnandi árini frameftir. Fólk fekk ráð at fara á Háskúlan, og skúlin hevur fullur øll hesi árini, viðhvørt hevur ikki verið rúm fyri øllum, sum hava ætlað sær á skúlan. Hvussu tíðirnar komandi fara at vera, vita vit ikki, men í hvussu verður, vóna vit, at skúlin verður førur fyri at fáa næmingar til sín og at veita teimum gott viðføri heim aftur við sær hiðani, so at hann framvegis kann vera fólki og landi okkara at gagni.
Stevnuskrá skúlans er tann sama, sum hon var frá byrjan:
“Endamálið við kensluni er at geva næmingunum tílíkan kunnleika, sum neyðugur er, fyri at teir kunnu gerast góðir samfelagsborgarar, og samstundis at vekja teir andaliga, so at teir verða førir fyri at seta lívsendamálið út um dagliga strevið fyri mati og drekka”, seinni stílað soleiðis:
“mark og mið Føroya Fólkaháskúla er
1) at geva næmingunum lærdóm í vanligum lærugreinum og 2) at vekja teirra andliga evni, so at teir veråa fyri, “at læra sjálvar seg og Guð sín at kenna”.
Við hesari stevnuskrá ætlar Føroya Fólkaháskúli framvegis at starvast, og at vinna fram ímóti tí, at vit her á landi altíð mugu hava ein ungdóm, sum er fríborin í huga, talu og gerðum, og er førur fyri og hevur vilja til at fremja alt tað, sum er landi okkara og fólki til frægdar og sóma í teirri framíð, sum okkum er lagað.
R. Rasmussen Jóhannes av Skarði