- Hetta tiltak er liðugt.
Hondbinding
5. Mai 2023 kl 16.00 - 7. Mai 2023 kl 16.00
Tíð og stað
05. maj 16.00 – 07. maj 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Ger hugskotini til success-upplivingar
Bestu klæðini eru tey, sum vit trívast í. Tú og Katrina samskifta um hugflog, kropp og førleikar, so tíni hugskot gerast til succes-upplivingar, har skap, litir og tilfar skapa pløgg, sum lyfta upp bæði innaní og uttaná. Við vitan, handverki og góðari vegleiðing fáa vit bæði tey stillu og tey villu hugskotini at eydnast.
Føroyingar hava gjørt klæðir síðani áðrenn landnám. Klæðir og at klæða seg er gomul føroysk læra um livandi, arbeiðandi menniskjað, burðardyggan klædnasið og at fáa tað góða og vakra fram í øllum.
Katrina í Geil er tekstildesignari við sergrein í binding og Master í Design. Hon arbeiðir sum designari og persónligur stílistur. Hon kannar í løtuni konufólkatroyggjuna til føroysku klæðini og arbeiðir við bók um klæðir, sum fáa okkum at trívast væl bæði innaní og uttaná.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.