- Hetta tiltak er liðugt.
Quiqong og listterapi
5. Mai 2023 kl 16.00 - 7. Mai 2023 kl 16.00
Tíð og stað
05. maj 16.00 – 07. maj 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Qigong og listterapi
Vivian Sjóðklett og Solfred Hela Petersen
Vilt tú varpa ljós á ynskir, vón og dreymar? Hevur tú brúk fyri at uppbyggja tína orku? Hevur tú eitt serstakt evni, ella eina óloysta støðu, sum tú ynskir at fáa meira greiði á?
So er hetta kanska eitt skeið til tín.
Ígjøgnum listterapi, fokusering, Qigong, dans og meditatión, fært tú nøkur amboð, sum kunnu geva tær eina djúpri klárheit.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.