- Hetta tiltak er liðugt.
Rødd og framburður
31. Mars 2023 kl 16.00 - 2. Apríl 2023 kl 16.00
Tíð og stað
31. mar. 16.00 – 02. apr. 16.00
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, Tórshavn 100, Føroyar
Um skeiðið
Rødd og framburður við Súsannu Tórgarð, sjónleikari
Skeiðið er fyri øll, sum dagliga brúka røddina sum arbeiðsamboð, umframt tey sum eru áhugað í at menna sína rødd og tora betri at taka orðið
Vit arbeiða við grundleggjandi andadráttsvenjingum og kropsburði, til tess at fáa samband við røddina í kroppinum. Útfrá hesum verður arbeitt við framburði av tekstum, yrkingum og evt. smáum leikbrotum.
Endamálið er, at luttakarar gerast tilvitaðir um, at røddin og kroppurin eru tengd at hvørjum øðrum. Soleiðis økist førleikin at brúka røddina rætt, og tú fær innlit í tína egnu styrki, og hvat tú reint kropsliga kann gera, fyri at fáa eina størri nærveru og tora betri at stíga fram og taka orðið – sum undirvísari, fyrilestrahaldari, fundarleiðari, sjónleikari á pallinum.
Skeiðið er fyri øll, roynd og óroynd.
Súsanna Tórgarð er sjónleikari, og hevur starvast innan leiklist í nógv ár. Hon er útbúgvin l
ærari í ræddarundirvísing, í arbeiðsháttinum hjá Nadine George, frá Voice Studio International í London. Sí meira á www.voicestudiointernational.com.
_______________________________________________________________________________
Várskeiðini á Føroya Fólkaháskúla eru við gisting og mati, um ikki annað er tilskilað. Minsta tal av luttakarum er átta, og tekningarfreistin er eina viku undan skeiðsbyrjan. Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Tó eru nøkur skeið fyri serligar málbólkar, tey eru pensionista- og familjuskeiðið og skeiðini fyri borgarar við menningartarni ella sálarligum avbjóðingum. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serligur ynski eru til kostin royna vit hvat vit kunna at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.