Føroya Fólkaháskúli varð stovnaður í Føgrulíð í 1899 av Rasmusi Rasmussen og Símuni av Skarði. Tankin var, at her kundi ein hugdýpa seg í samljóð við náttúruna, langt fá óljóði og vasan frá fólki. Í 1909 varð skúlin fluttur til Hornabø í Havn, har hann enn er staddur. Skúlin liggur í einum grønum øki, og her geva vit okkum enn frið og góðar stundir at læra í einum tryggum kreativum umhvørvi.
Nógvar lærugreinar hava verið á Háskúlanum ígjøgnum tíðirnar, og í dag verður undirvíst í høvuðslærugreinunum; myndlist, framførslulist og mentan & umhvørvi.
Á heysti hava vit eitt fimm mánaðar langt skeið, har ið næmingarnir búgva á skúlanum. Leypandi bjóða vit eisini styttri skeið í vikuskiftum og onkur kvøldskeið fyri onnur áhugað.
Føroya Fólkaháskúli er sjálvsognarstovnur undir Barna- og útbúgvingarmálaráðnum.