Várskeiðið 2025

Skeiðið er til tín, sum ætlar at søkja viðari á listaskúla, ella sum hevur eitt listafólk í búkinum, sum ongantið hevur fingið høvið at mennast.

Undirvísararnir eru yrkisfólk í síni lærugrein.

Tíðarskeið

12. mars – 30. mai (12 vikur)

 

Kostnaður

3950 kr/mðr við gisting

2950 kr/mðr uttan gisting

Til ber at velja skúlagongd við ella uttan gisting; tvs. tú avgerð sjálv/ur um tú býrt á skúlanum.

Aldursmarkið til várskeiðið er 18 ár. Einki ovara aldursmark er.

 

Undirvísarar

Myndlist við Jón Sonna Jensen

Framførslulist við Súsonnu Tórgarð

Mentan og umhvørvi við Lív Reynheim

Hedvig Westerlund-Kapnas

Jón Sonni Jensen

Jón Sonni hevur útbúgving úr Norwich, Onglandi, og er millum virknastu myndlistafólkunum í landinum. Hann hevur sýnt nógv fram í Føroyum og uttanlands. Hann er eisini royndur grafiskur sniðgevi, myndprýðari og seymilærari. Les meir um Jón Sonna og listarligu yrkisleið hansara á: jonsonnijensen.com

Súsanna Tórgarð

Súsanna Tórgarð

Súsanna Tórgarð er útbúgvin sjónleikari á Nordisk Teaterskole í Århus og er umframt tað útbúgvin ræddarlærari frá Voice Studio International í London. Hon hevur arbeitt við leiklist í Føroyum í nógv ár, sum sjónleikari, leikstjóri, hevur skrivað til pall og undirvíst.

Lív Reynheim

Lív Reynheim er etnologur frá Lærda Háskúlanum í Keypmannahavn, umframt eina síðuútbúgving sum møplasnikkari úr Svøríki.
Lív Reynheim
Hedvig Westerlund-Kapnas

Hedvig Westerlund-Kapnas

Hedvig hevur verið stjóri á háskúlanum síðan 2019. Hon hevur lisið teaturpedagogikk í Belgien og  Føroyskt á Froðskaparsetri Føroya. Hon hevur havt sjónleikaskúla fyri børn og ung í Sjónleikarhúsinum, og hevur hon verið verkætlanarleiðari bæði í Norðurlandahúsinum og í Nordisk kulturkontakt í Finnlandi. Saman við Rakel Helmsdal skapti hon Ung í Føroyum, og seinni tók hon stig til Listaleypin, sum hon eisini var leiðari fyri í nýggju ár.

. Hedvig undirvísir okkara altjóða næmingum  í føroyskum, bæði mál og mentan. Og so elskar hon at siga søgur. Háskúlar hava sum eitt grundarlag at talaða orðið hevur líka stóran týdning sum tað skrivaða, og júst hetta, at finna sína frásøgurødd, at finna uppá og spæla, er nakað sum vit fara at brúka tið uppá.

Kom við á Várskeiðið