Føroya Fólkaháskúli

Føroya Fólkaháskúli er ein háskúli mitt í høvuðsstaðnum. Vit leiða næmingarnar út á eina kreativa ferð, har skapandi list og føroysk mentan eru í hásæti.

Her fært tú rúmd at hugsavna teg um mynd- og framførslulist. Tú fert at hitta nýggj fólk og fært høvi at knýta vinabond. Saman fara vit hópin av útferðum runt Føroyar, umframt at vit vitja søvn og stovnar.

Í røttum háskúlaanda, verður sjálvandi stórur dentur lagdur á felagsskap, hugna og gaman.

Les meira um heystskeiðið her

Stuttskeið og tiltøk

Views Navigation

Tiltak Views Navigation

Today

Myndlist

Frálæran tekur støði í einstaklinginum og leggur dent á at menna visuellar, tekniskar, ástøðisligar og tulkandi eginleikar. Royn teg við tekning, máling, keramikki, skulpturi og installatiónslist.

Framførslulist

Gjøgnum skeiðstíðina arbeiða vit við sjónleiki, rúmfatan, dansi og storytelling. Við kroppinum sum amboð mennir tú sjálvsálit, samspæl og kropsfatan, og verður altíð møtt/ur har tú ert.

Mentan/Umhvørvi

Vit vitja felagsskapir, søvn, stovnar og forvitnast um okkara mentan. Her er pláss fyri øll meiningum – saman diskutera vit, hvat ið vit taka fyri givið og læra okkum sjálvi betri at kenna.

Gerandisdagurin

Felagskapurin er í miðdepli og øll hava ábyrgd av at hjálpast at. Her eru ongar próvtøkur, og sostatt eru háskúlamánaðirnir ætlaðir sum eitt andarúm frá strembanini eftir úrsliti.

Myndasavn

Myndasavn okkara gevur tær innilit í gerandisdagin og virksemið á háskúlanum