Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Glasskeið

19. November 2024 - 21. November 2024

Glasskeið – litríkt, sjálvgjørt, serstakt.

Hug at royna teg í glarlist? So kom á glasskeið og spæl tær í litum og skapum. Upplagt at gera persónligu jólagávuna ella -prýði, sum gleðir leingi, alt meðan tú hugnar tær í háskúlaanda.

 

Tíð og stað:

Føroya Fólkaháskúli

týsdag     19.nov. kl.17 – 21:30

mikudag  20.nov.kl. 17 – 21:30

hósdag    21.nov.kl. 17 – 21:30

 

Kostnaður:  1.200 kr.

Tilfar, undirvísing, náttverði og drekkamuður íroknað.

Skeiðið er uttan gisting.

Tekna teg 

 

Undirvísari

Marjun Svartafoss er partur av fasta hópinum á Háskúlanum. Hon hevur fingist við glaslist í nógv ár, dámar væl at læra frá sær og hevur havt fleiri fullteknað skeið á skúlanum.

Skeiðslýsing:

Glas er sera hugaligt at arbeiði við og lætt at evna til vakrar lutir.  Vit byrja við eini bundnari uppgávu – eini bommskál, fyri at læra amboð og tilfar at kenna. Síðani ber til at gera jólaprýði, fýrfatsstaka og 2 smærri lutir afturat.

Eina vínfløsku smelta vit eisini um til sleivhaldara, um man ynskir tað. Tak, um so er, við.

 

Vit nýta litað glas í plátum, sum verða skornar sundur, lagdar í mynstur og síðani brendar í tveimum umførum. Í mestan mun nýta vit eisini glasbitar og restir. Brenningin verður liðug tvær vikur eftir skeiðslok.

 

Støði:

Krevur ongan forkunnleika. Øll frá 15 ára aldri og uppeftir eru vælkomin.

 

Tekna teg

Útgreining

  • Byrjar: 19. November 2024
  • Endar: 21. November 2024
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2736204/glasskeid-litrikt-sjalvgjoert-serstakt
Skeiðleiðari
Starvsfólkini á FFH