Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Familjuskeiðið hjá Beranum

22. Februar

Tíð og stað

22.- 23. februar 2025.

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

200 kr fyri vaskin og ung frá 15 ár

100 kr fyri børn

Við í prísinum: Undirvísing, undirhald, gisting og máltíðir

TEKNA TEG HER

Skeiðslýsing

Aftur í februar 2025 skipar Berin fyri familjuskeiði á háskúlanum.

Hetta plagar verða ein stak hugnaligur og góður dagur fyri børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin.

Møguleiki er at gista til sunnudag.

Skráin er fjølbroytt: Kreativar verkstovur (t.d. list-, ull, leik og skriviverkstova), framløgur, kvøldseta við undirhaldi og hugni.

Og stundir til samveru, har høvi er at møta øðrum familjum í líknandi støðu.

Endalig skrá kemur seinni.

Málbólkur

Tiltakið er eitt familjuskeið fyri:

Børn og ung, sum hava mist foreldur ella systkin.

Foreldur, sum hava mist børn.

Hjartaliga vælkomin: børn, foreldur ella børnini kunnu luttaka saman við øðrum avvarðandi t.d. ommu ella abba.

Børn yngri enn 15 ár verða tilmeldaði saman við vaksnum

Eru ivaspurningar eru tit vælkomin at senda ein teldupostt til berin@berin.fo

TEKNA TEG HER

Útgreining

  • Date: 22. Februar