Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Hvølpalás

21. Mars - 23. Mars
1100 DKK – 1800 DKK

Ger eitt hvølpalás

Hugnaligu hvølpalásini, sum vit eisini kenna væl í Føroyum, eru eitt serstakt handverk. Á skeiðnum lærur tú at gera eitt hvølpalás og fært nærri kunnleika um søguna og handverkið.

Tíð og stað:

Føroya Fólkaháskúli

Vikuskiftisskeið 21. – 23. mars 2025

fríggjadag  16:00 – 21:30

leygardag    9:00 – 18:00

sunnudag    9:00 – 15:30

 

Kostnaður:  1.800 kr.

1100 kr. fyri ungdóm upp til og við 24 ár

Tilfar, undirvísing og fult vistarhald íroknað

Tekna teg 

 

Undirvísarar

David Posch er útinnandi handverkari og listamaður av Azorunum, har hann hevur sítt virki Aparas de Madeira og eisini skipar fyri skeiðum. Eitt av serstøku vørunum eru hvølpalás.

Hans Karl Jacobsen er snikkari og byggifrøðingur. Hann hevur stóran áhuga í føroyskum handverki og húsasniði. Framíhjá hevur hann eitt virki og framleiðir hjallar og smáhús. Til hesi hevur hann ofta nýtt hvølpalás frá Davidi.

Skeiðslýsing:

Eftir væl skipaðari skrá verða luttakararnir leiddir gjøgnum søguna um trælás, uppbygnað og arbeiðshátt, og tá skeiðið er av, hava øll gjørt sær eitt hvølpalás, sum virkar.

 

Støði:

Krevur ongan forkunnleika. Øll frá 15 ára aldri og uppeftir eru vælkomin.

Tekna teg

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2822616/hvoelpalas
Skeiðleiðari
David Posch og Hans Karl Jacobsen