Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Glasverkstova fyri tvey ættarlið

16. Oktober 2024 kl 10.00 - 15.00

Glasverkstova fyri 2 ættarlið

Ein dags skeið fyri ein vaksnan og eitt barn 6ár+

Komið og spæli tykkum í glasi við litum og skapum. Búrturúr koma serstakir lutir, sum tit sjálvi ella onnur kunnu gleðast um leingi.

Perfekt hjá skúlabarninum at draga gummu sína, stórabeiggjan ella ommuna við á háskúla í ein dag. Ongin kunnleiki krevst.

Vit fara at brúka glasrestir og gera:

  • eina mynd – at hanga ella nýta sum borðskánara
  • 2 hálsprýði og oyraringar
  • 4 einglar ella annað jólaprýði

Dagur: mikudagin í heystferinuni, 16. oktober

Tíð: Kl. 10 – 15

Skeiðshaldari: Marjun Svartafoss.

Kostnaður: 400 kr. fyri parið. Íroknað er frálæra, tilfar og miðmáli.

Tilmeldingarfreist er fríggjadagin. 11. okt. Kl.12. Er ikki nóg stór undirtøka tá, verður skeiðið avlýst.

Tekna teg

Útgreining

  • Date: 16. Oktober 2024
  • Time:
    10.00 - 15.00
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2736321/glasverkstova-fyri-tvey-aettarlid
Skeiðleiðari
Starvsfólkini á FFH