Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Ráðstevna um skyldskap við menniskju, náttúru og umheimin

6. September 2024 kl 18.00 - 8. September 2024 kl 19.30

Vit kanna, hvussu skyldskapur røkkur útum blóðbond og hjúnarlag, og hvussu vit í Føroyum skilja okkara sambond við umheimin, náttúruna og hvønn annan. Ráðstevnan fevnir um framløgur, verkstovur og listaligar upplivingar, og vit bjóða granskarum, lesandi, listafólkum og øllum áhugaðum at luttaka og hugleiða um skyldskap í einum føroyskum samanhangi.

TEKNA TEG

Stigtakarar og undirvísarar

Stigtakarar til ráðstevuna er ein bólkur av granskarum: Nanna Schneidermann, Turið Hermansdóttir, Firouz Gaini, Annika Isfeldt, Jónleyg Djurhuus, Elisabeth Skarðhamar Olsen, Turið Nolsøe, Runa Preeti, Greta Jimenez, Ragnheiður Bogadóttir, Vár Eydnudóttir, Sólveig Hanusardóttir Olsen,  Kalpana Vijayavarathan. Verksmiðjuleiðarar eru Jón Sonni Jensen, Kirstina Sørensen Ougaard, Beinir Bergsson, Lív Reynheim, Búi Egason Dam, og Guðrið Poulsen.

 

Vit kanna hvat tað inniber at vera knýtt at hvørjum øðrum í dagsins Føroyum, og viðgera hetta við fýra høvuðsevnum.

 

Spor 1: Nærsambond ígjøgnum kroppar og kærleika

Jónleyg Djurhuus, Nanna Schneidermann, Turið Hermannsdóttir, Beinir Bergsson

 

Spor 2: Náttúra, framburður og (de)kolonialitetur                                                                       

Elisabeth Skarðhamar Olsen, Ragnheiður Bogadóttir, Jón Sonni Jensen, Guðrið Poulsen

 

Spor 3: Føroyar í heiminum – eitt fleirmentað heim                                                                                                          

Runa Preeti, Annika Isfeldt, Firouz Gaini, Vár Eydnudóttir, Sólveig Hanusardóttir Olsen, Kalpana Vijayavarathan, Lív Reynheim o.o.,

 

Spor 4: Dekolonisera umsorgan – føroyskt umsorganararbeiði í einum dekolonialum ljósi

Turið Nolsøe, Greta Jimenez, Búi Egason Dam, Kristina Sørensen Ougaard

 

Keynote fyrilestrahaldari:  Dr Nicole Daniels, doula og granskari á Center for Social Science Research á University of Cape Town. Hon hevur granskað í barnsburðum, skyldskapi og kyni, í samband við ójavna í mun til heilsu, og gevur íkast til ráðstevnuna við sínum innliti í skyldskap og kolonialan arv í Suðurafrika.

 

Á verkstovunum arbeiða luttakararnir saman við listafólkum, og viðgera tey 4 sporini gjøgnum skaldskap, artwalks  og improvisatión í ymiskum samanhangum. Í felag menna vit nýggja vitan og skapa uppmerksemi um okkara sertstøku oyggjatjóð.

Melda til nú og verð partur av hesi felags ferð.

TEKNA TEG

 

Málbólkur

Øll sum hava áhuga í at granska samfelagsviðurskifti gjøgnum kreativar arbeiðshættir og samrøður.

Ráðstevnan er eitt samstarv millum Aarhus Universitet, Fróðskaparsetur Føroya og Føroya Fólkaháskúla, og er partur av granskingarverkætlanini  Gendered Island Futures á Aarhus Universiteti. (link: https://projects.au.dk/gif).  Ráðstevnan er stuðlað av Danmarks Frie Forskningsfond.

Skrá

Fríggjakvøld 6. september 

kl. 18, vælkomin og presentatión

kl. 18.30, keynote 1: Nanna Schneidermann og Turið Nolsøe

Skyldskap og hjáland – an ethnographic defrosting of colonialism from Faroese perspectives

kl. 19.30 Luttakararnir tekna seg til spor fyri teir næstu dagarnar

 

Leygardag 7. september

kl. 9:30

Morgunsangur, tjek-in til daig og introduktión til spor

kl. 10.00 – 12.30

Framløgur v.m. spor 1: Nærsambond ígjøgnum kroppar og kærleika

Framløgur v.m. spor 2: Náttúra, framburður og (de)kolonialitetur

Kl. 12.30 – 13.30 Døgverði

kl. 13.30 – 17.00

Verkstova við spor 1: Nærsambond ígjøgnum kroppar og kærleika

Verkstova við spor 2: Náttúra, framburður og (de)kolonialitetur

kl. 18

Náttverði til tey sum gista á Háskúlanum.

 

Sunnudag 8. september

Kl. 9

Morgunmatur til tey, sum gista á Háskúlan

Kl. 9:30

Morgunsangur, samanumtøka uppá dagin fyri og introduktión til spor

Kl. 10.00 – 12.30

Framløgur v.m. spor 3: Føroyar í heiminum – eitt fleirmentað heim

Framløgur v.m. spor 4: Dekolonisera umsorgan – føroyskt umsorganararbeiði í einum dekolonialum ljósi

Kl. 12.30 – 13.30

Døgverði

Kl. 13.30 – 17.00

Verkstova við spor 3: Føroyar í heiminum – eitt fleirmentað heim

Verkstova við spor 4: Dekolonisera umsorgan – føroyskt umsorganararbeiði í einum dekolonialum ljósi

Kl. 17.15

Keynote 2: Dr. Nicole Daniels frá University of Capetown

Kl. 18.15

Spurningar til Dr. Nicole Daniels og kjak.

Kl. 19 – 19.30

Samanumtøka og endi

 

TEKNA TEG

 

Kostnaður

Luttøka til alla ráðstevnuna kostar 200 kr. Til ber at keypa til einstakar dagar: fríggjadag, leygardag og sunnudag 100 kr. fyri hvønn.

Um man ynskir at gista ber tað eisini til. Ein nátt við morgunmati kr. 500, tvær nætur við morgunmati kr. 600.

TEKNA TEG

Útgreining

Stað