Glasskeið
19. November - 21. November
Glasskeið – litríkt, sjálvgjørt, serstakt.
Hug at royna teg í glarlist? So kom á glasskeið og spæl tær í litum og skapum. Upplagt at gera persónligu jólagávuna ella -prýði, sum gleðir leingi, alt meðan tú hugnar tær í háskúlaanda.
Tíð og stað:
Føroya Fólkaháskúli
týsdag 19.nov. kl.17 – 21:30
mikudag 20.nov.kl. 17 – 21:30
hósdag 21.nov.kl. 17 – 21:30
Kostnaður: 1.200 kr.
Tilfar, undirvísing, náttverði og drekkamuður íroknað.
Skeiðið er uttan gisting.
Undirvísari
Marjun Svartafoss er partur av fasta hópinum á Háskúlanum. Hon hevur fingist við glaslist í nógv ár, dámar væl at læra frá sær og hevur havt fleiri fullteknað skeið á skúlanum.
Skeiðslýsing:
Glas er sera hugaligt at arbeiði við og lætt at evna til vakrar lutir. Vit byrja við eini bundnari uppgávu – eini bommskál, fyri at læra amboð og tilfar at kenna. Síðani ber til at gera jólaprýði, fýrfatsstaka og 2 smærri lutir afturat.
Eina vínfløsku smelta vit eisini um til sleivhaldara, um man ynskir tað. Tak, um so er, við.
Vit nýta litað glas í plátum, sum verða skornar sundur, lagdar í mynstur og síðani brendar í tveimum umførum. Í mestan mun nýta vit eisini glasbitar og restir. Brenningin verður liðug tvær vikur eftir skeiðslok.
Støði:
Krevur ongan forkunnleika. Øll frá 15 ára aldri og uppeftir eru vælkomin.