Loading tiltøk

« Øll tiltøk

TEKNING OG AKVAREL VIÐ BARBARU HILDUBERG

24. Apríl - 26. Apríl
1100 DKK – 1800 DKK

Tíð og stað

24. – 26. Apríl 2026.

1800 kr

1100 kr fyri ung (til og við 25 ár)

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

TEKNA TEG

Skeiðslýsing

Kundi tú hugsað tær at teknað og málað við vatnlitum – eisini hóast tú møguliga ongar royndir hevur við hesum?
So kom á vikuskiftisskeið á Háskúlanum, og lær teg grundleggjandi teknikkir innan júst hesar myndlistagreinar.
Á skeiðnum “læra vit okkum at síggja” – vit tekna eftir ymiskum lutum, og fáa frálæru í perspektivi, ljósi, skugga og kompositión. Eisini læra vit – við vatni og varligum penslastrokum, at geva tekningum lív og sereyðkennir við akvarel. Flótandi akvarelmálingin tekur tíð at læra; hon “hevur sítt egna lív”, og er tað júst hetta, ið ger hana so øðrvísi og áhugaverda at arbeiða við.
Á skeiðnum verður dentur lagdur á góða felagsskapin; vit hugna okkum saman, og stuðla hvørjum øðrum í allari tilgongdini.

Støði

Øll hava møguleika fyri at luttaka á skeiðnum – roynd sum óroynd.

TEKNA TEG

Útgreining

  • Byrjar: 24. Apríl
  • Endar: 26. Apríl
  • Kostnaður: 1100 DKK – 1800 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2736232/tekning-og-akvarel
Skeiðleiðari
Starvsfólkini á FFH