Loading tiltøk

« Øll tiltøk

Leiklistaskúli – MÁF

30. Apríl kl 8.00 - 3. Mai kl 17.00
Dámar tær at SKRIVA, at SPÆLA SJÓNLEIK ella at LEIKSTJÓRNA, so set kross í
kalendaran og tekna teg til eitt av hesum skeiðunum, sum MáF skipar fyri á Føroya Fólkaháskúla í døgunum 30. apríl – 3. mai 2026.
Nakrir spennandi dagar har tú verður saman við fleiri øðrum, sum hava áhuga innan fyri sjónleik eins og tú og ynskja at læra meir.
Við skeiðsenda verða allar listagreinirnar samansjóðaðar, soleiðis at skrivað leikrit verða leikstjórna og framførd á palli.
Teknar tú teg innan 16. desember 2025 er prísurin 1.200 í dupultkamari og kr. 1.500 í einakamari. Eftir tað er prísurin 1.500 í dupultkamari og kr. 1.800 í einakamari. Prísurin umfatar uppihald, mat og undirvísing.
Avmarkað pláss, so tað er at skunda sær!!!
Les meira inni á heimasíðuni hjá MáF, har tú kanst tekna teg elektroniskt.

Útgreining

  • Byrjar: 30. Apríl kl 8.00
  • Endar: 3. Mai kl 17.00
  • Website: haskulin.fo

Stað

Fyriskipari