Loading tiltøk

« Øll tiltøk

Meg minnist – skriva tínar endurminningar

8. Mai 2026 kl 16.30 - 10. Mai 2026 kl 16.00
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

8. – 10. mai 2026.

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (íroknað vistarhald)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG HER

Undirvísari

Rigmor Restorff Dam, starvast dagliga sum politiskur ráðgevi og rithøvundur. Útbúgvin lærari og søgufrøðingur. Fyrrverandi ting- og landsstýriskvinna. 

Skeiðslýsing

Skeiðið er fyri teg, sum vilt hava gongd á at skriva tínar endurminningar – ella kanska tína lívssøgu.

Vit viðgera endurminningar sum tekstaslag, og spyrja, hvat eru minnir, og hvussu er við trúvirðinum? Hvør er móttakari, og hvussu savnar og skipar tú tilfarið? Eisini fært tú amboð at menna egið skrivingarlag, og hugskot til málsligar snildir. Vit hoyra kend dømi um endurminningar, og tey, sum hava hug, kunnu lesa upp og fáa/geva afturboðan.

Øll eru vælkomin – eisini tú, sum ikki dugir so væl at stava, og tú, sum ikki hevur skrivað nakað fyrr. Málið verður føroyskt. Hav skriviamboð við, antin blýant/skrivibók ella teldu.

Stundir verða eisini til sosiala samveru, søgu- og sangløtur.

Skrá

Fríggjadagin 8.mai  kl. 16.30 til 21.30

Leygardagin 9. mai kl. 10.00 til 17.00 og hugnakvøld

Sunnudagin  10. mai kl. 10.00 til 16.00

Støði

Øll eru vælkomin.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Rigmor Restorff Dam