- Hetta tiltak er liðugt.
Opið hús og marknaðardagur
20. Apríl kl 13.00 - 16.00
Leygardagin 20 apríl lata vit dyrnar upp, og bjóða tykkum inn at síggja hølir, verkstøð og arbeiðsrúm, kømur og umstøður skúlans. Tit fáa høvi at hitta starvsfólk, at tosa við lærararnar og fáa meira at vita um undirvísingina í einstøku lista og lærugreinunum.
Loppumarknaður er í høllini, og á hugnaligu, ókeypis caféini bjóða vit te, kaffi, saft og køkur.
Eisini ber til at grilla pylsur á bálplássinum.
KOM OG VITJA – KANSKA ER HÁSKÚLIN NAKAÐ FYRI TEG
Tiltakið er ókeypis.
(Minst tó til at hava leysan pening til loppukeyp, og um tú vilt lata eitt oyra til skúlan)
LOPPUBORÐ kosta 200 kr.
Fá pláss – góður stemmningur – stórur eftirspurningur.