Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

VIKUSKIFTISSKEIÐ: Bókbinding – skapa tína egnu bók frá byrjan til enda. FLUTT frá 22.03.

12. Apríl 2024 kl 16.30 - 14. Apríl 2024 kl 16.00
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

12.-14. apríl 2024.

Í myndlistastovuni á Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (Við í prísinum: Undirvísing, gisting, tilfar, kaffi og máltíðir)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Jón Sonni Jensen

Skeiðslýsing

Á hesum hugnaliga skeiðnum sleppa luttakarar at royna síni kreativu evnir, at gera sína egnu bók frá byrjan til enda. Vit  byrja við pappíri, tráði, nál, lími og toyi og skapa okkara egnu bøkur frá grundini. Saman hyggja vit at ymsum sløgum av bókbinding úr øllum heimsins heraðshornum, og tí ørgrynnu av møguleikum innan hetta serstaka handverk. Vit arbeiða við ymiskum formatum og tilfari, og luttakarar sleppa at royna seg í pappírsmarmorering. Bert hugflogið setur mørk.

Um undirvísaran
Jón Sonni hevur eina BA (Hons) í myndlist frá Norwich University of the Arts. Hann er virkin listamaður, grafikari, seymilærari og fastur myndlistalærari á Háskúlanum. Hann hevur luttikið á alskyns framsýningum í Føroyum og uttanlands, og eru fleiri av hansara verkum á prominentum søvnum í Føroyum. Hann hevur myndprýtt nógvar bøkur og  plátuhúsar, og hildið tekniskeið á ymsum stovnum seinastu árini. Sí meira um Jón Sonna á heimasíðu hansara www.jonsonnijensen.com

Skrá

Fríggjadagin 12.apríl kl. 16.30 til 21.30

Leygardagin 13. apríl kl. 10.00 til 17.00

Sunnudagin 14. apríl kl. 10.00 til 16.00

Støði

Grundskeið

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Jón Sonni Jensen