Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

VIKUSKIFTISSKEIÐ: Tekniskeið – Menniskjaligi kropsbygnaðurin

12. Apríl 2024 kl 16.00 - 14. Apríl 2024 kl 16.00
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

12.-14. apríl 2024.

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (Við í prísinum: Undirvísing, gisting, tilfar)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Barbara Hilduberg

Barbara hevur eina MA frá Kunstakademiets Designskole í Keypmannahavn. Eisini hevur hon gingið á tekniskúlanum Skolen for Kunst og Design í Århus, og undirvíst í tekning á skúlum og almennum stovnum.

Skeiðslýsing

Á skeiðnum hava vit fokus á menniskjaliga kropsbygnaðinum, og hvussu hann kemur til sjóndar í livandi skitsuformi. Vit kanna og tekna tað vakra í ymisku formunum á ymiskum kropsbygnaðum. Kropsrørslur gerast týðiligar, og við  ljósi og skuggum draga vit  fram ymisk sereyðkenni. Við blýanti og litum tekna vit fjølbroytta menniskjað, og við skjótari hond skapa vit myndir, ið eru livandi og persónligar.

Undirvísingarskrá

Fríggjadagin 12. apríl kl. 16.00 til 21.30

Leygardagin 13. apríl kl. 9.00 til 18.00

Sunnudagin  14. apríl kl. 9:00 til 15.30

Støði

Grundskeið. Øll eru vælkomin.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Barbara Hilduberg