Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

VIKUSKIFTISSKEIÐ: Myndaveving

5. Apríl 2024 kl 16.30 - 7. Apríl 2024 kl 16.00
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

5. – 7. apríl 2024.

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (Við í prísinum: Undirvísing, gisting, tilfar)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Gina Hedegaard Nielsen hevur – umframt útbúgving sum myndalistafólk – verið í meistaralæru á vevstovu. Hon arbeiðir sum tekstil- og myndlistafólk við egnum verkstaði og hevur meira enn 35 ára royndir sum undirvísari.

Gina hevur verið forkvinna fyri “Danske Kunsthåndværkere” og síðani 1982 verið nevndarlimur í ”Dansk Tekstillaug – væv, tryk og broderi”. Hon hevur síðani 1987 verið ritstjóri á tíðarritinum ”Rapporter – fra tekstilernes verden”, og saman við øðrum ritstjórnað fleiri vevbøkur m.a. ”Tekstilkunst i Danmark 2008-2018”.

Skeiðslýsing

Náttúra og landslagsmyndir

Lær at skapa myndir við myndaveving og lat náttúruna geva tær íblástur til myndevni. Á hesum skeiðnum lærir tú at brúka liteffekt og linjuperspektiv, til at draga fram formar í myndavevingini og á henda hátt lýsa myndevni.

Skrá

Fríggjadagin 5. apríl kl. 16.30 til 21.30brúka

Leygardagin 6. apríl kl. 10.00 til 17.00

Sunnudagin  7. apríl kl. 10.00 til 16.00

Støði

Skeiðið í myndaveving er bæði fyri óroyndar og royndar vevarar.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Gina Hedegaard Nielsen