Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Modernaður dansur, týskvøld í apríl og mai

2. Apríl 2024 kl 18.30 - 21. Mai 2024 kl 20.00
160 DKK – 1000 DKK

Tíð og Stað

kl.18.30 – 20 týskvøld

9., 16., 23., og 30. apríl

7., 14., 21. og 28 mai

Fimleikarhøllin í Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Kostnaður

1.000 kr fyri alla skeiðsgongdina, 8 kvøld.

160 kr. fyri luttøku einkult kvøld.

Málbólkur

Øll, eru áhugað í rørslu og dansi í breiðari merking og hava hug og forvitni at læra. 

TEKNA TEG

Undirvísari

Búi Rouch

Skeiðslýsing

Á hesum skeiðnum skapa vit samband millum kropp og hugflog, og menna okkara førleikar, við støði í grundteknikkum úr modernaðum dansi.  

Hevur tú longu ávísa venjing í modernaðum dansi og ynskir at halda førleikarnar við líka? Hevur tú royndir frá øðrum dansistílum, og kundi hugsað tær at roynt okkurt nýtt? Fæst tú við parkour, kampsport ella sjónleik, og kundi hugsað tær at víðka um horisontin?  

Lýsing av undirvísingini: 

Undirvíst verður við grundstøði í sonevndum release-teknikki og rørslu á gólvi. Í releaseteknikki er fokus á andadráttin, avspenning av vøddum og  gløgga nýtslu av kroppinum. “Floorwork” er ein dansistílur við drøgum úr kampsporti, har vit rulla, glíða og snara á gólvinum, og nýta alt likamið til at fremja hugtakandi rørslumynstur.  

Vit byrja við upphiting, halda so fram við venjingum og enda tíman við løttum koreografium. Arbeiðshátturin stimbrar styrki, liðiligheit, koordinatión, andadrátt og musikalitet. Vit enda kvøldið við spølum ella einari lættari uppgávu og strekkja síðani kroppin.

Um undirvísaran

Búi Rouch er útlærdur dansari frá Iwanson International School of Contemporary Dance í München. Hann hevur harumframt lært sjónleik í London og dansiteatur í Keypmannahavn. Hann hevur langa yrkisleið sum dansari, koreografur, lærari og hjálparleikstjóri, bæði í Týsklandi og í Føroyum. Tú kanst lesa meira um Búa á www.buirouch.com 

Í undirvísingini leggur Búi dent á at skapa eitt frírúm, har gerandisdagurin verður lagdur til viks eina løtu, og læring, stuttleiki og hugsavnan eru í hásæti.  

Undirvísingarmál

Føroyskt. Er tørvur á enskari umseting kann undirvísingin verða tvímælt. 

Støði

Byrjanarstøði / lætt roynd. Fólk  longu hava dansiroyndir fáa eisini nógv burturúr. 

TEKNA TEG

_______________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd.

Útgreining

  • Byrjar: 2. Apríl 2024 kl 18.30
  • Endar: 21. Mai 2024 kl 20.00
  • Kostnaður: 160 DKK – 1000 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2444835/skeidsroed-modernadur-dansur
Skeiðleiðari
Búi Rouch