Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

VIKUSKIFTISSKEIÐ: Skriva frítt við Høgna Mohr

5. Apríl 2024 kl 16.30 - 7. Apríl 2024 kl 16.00
1100DKK – 1800DKK

Tíð og stað

5. – 7. apríl 2024

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (við Undirvísing, vistarhaldi og tilfari)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Høgni Mohr er ein av mest lisnu rithøvundum í Føroyum. Hann er føddur í 1968. Høgni hevur útgivið 10 bøkur. Nøkur dømi: “Fractura nasi”, “Saga JAM”, “Slepp tær til heiti fani” og “mær dámar ikki høgna hoydal”. Høgni Mohr arbeiðir frítt í samstarvi við sítt egna forlag.

Skeiðslýsing

Endamálið er at fáa fólk at skriva frítt heldur enn at “prøva at skriva”. Innihaldið í skeiðnum er at geva einstøku luttakarunum innlit í eina fullfíggjaða skriviprosess; frá djúpum tanka ti lidnan tekst. Uppgávuformuleringin er: 1) Ger eina tekstskitsu um evni, ið eftir tínum tykki manglar á føroyskum, ella sum tú gongur við innaní 2) Ger ella styrk strukturin í søguni, so søgan “heldur”. 3) Arbeið við tekstinum; passasjum, setningum, orðum. 4) Fá kritikk og far heim og skriva víðari.

Undirvísingarskrá

Fríggjadagin 5. apríl kl. 16.30 til 21.30

Leygardagin 6. apríl kl. 10.00 til 17.15

Sunnudagin 7. apríl kl. 10.00 til 16.00

Støði

Grundskeið. Øll eru vælkomin.Luttakarar skulu hava teldu við.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Høgni Mohr