PENSIONISTASKEIÐ
27. Februar 2025 - 6. Mars 2025
3500 DKK – 4500 DKKTíð og stað
27. februar – 6. mars 2025.
Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.
Kostnaður
3500 kr í dupultkamari
4500 kr í einakamari (avmarkað nøgd)
Við í prísinum: Undirvísing, gisting, útferðir, tilfar, kaffi og tríggjat máltíðir um dagin.
Undirvísari
Lærarar á Háskúlanum v. fleiri
Skeiðslýsing
Skráin er fjølbroytt: Kvøldsetur, dansur, verkstovur av ymiskum slag, vitjanir til ymiskt í Havn, longri útferð við bussi, framúr góður matur og ikki minst sangur, háskúlahugni og samvera.
Skrá kemur seinni.
Støði
Grundstøði; Øll eru vælkomin.
Tekna teg her
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru vorðin pensionistar eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.