- Hetta tiltak er liðugt.
VIKUSKIFTISSKEIÐ: Glasskeið: litríkt – sjálvgjørt – serstakt
15. September 2023 kl 18.00 - 17. September 2023 kl 16.00
1200 DKK – 1700 DKKTíð og stað
Føroya Fólkaháskúli
15. – 17. september 2023
Kostnaður
1.200 kr.
Við í prísinum: Undirvísing, tilfar, kaffi, máltíðir. (+500 kr fyri gisting)
Undirvísari
Marjun Svartafoss
Skeiðslýsing
Øll byrja við eini bundnari uppgávu, har grundleggjandi skeriteknikkur, slíping og handfaring av glasinum verður nýtt. Hesuferð er tað ein vakur firvaldur monteraður á eina stong at seta í garðin.
Á skeiðnum verður annars høvi at gera tvær skálir ella eitt størri fat, ein figur ella mynd umframt nakrar smærri lutir so sum fýrfatsstakar, saltílat, smýkkur og jólaprýði.
(tað ber tó ikki til at gera smýkkur til føroysk klæði)
Eina vínfløsku smelta vit eisini um til sleivhaldara, um man ynskir tað. Tak, um so er, við.
Vit nýta litað glas í plátum, sum verða skornar sundur, lagdar í mynstur og síðani brendar í tveimum umførum. Brenningin verður liðug tvær vikur eftir skeiðslok. Møguliga líming er best at gera við hús, tí tað kann vera trupult at transportera
Skráin
- Fríggjadagur 15. september, kl. 18.00-21.30
- Leygardag 16. september, kl. 10.00-16.30 (Brunsj kl. 12.00)
- Sunnudag 17. september, kl. 13.00-16.00
Støði
Øll bæði roynd og óroynd eru vælkomin.
_______________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.