Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

TRÝ MIKUKVØLD: Anatomiskt portrett – eitt tekniskt tekniskeið

13. September 2023 kl 17.00 - 27. September 2023 kl 22.00
1200 DKK

 Tíð og stað

Trý mikukvøld á rað: 13. / 20. / 27. september 2023,

kl. 17.00 – 22.00 hvørt kvøld

Myndlistastovan í Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14,

100 Tórshavn

Kostnaður

1.200 kr fyri alla skeiðsgongdina.

Við í prísinum: undirvísing, tilfar, kaffi og máltíð – eingin gisting.

TEKNA TEG

Undirvísari

Jón Sonni Jensen, Myndlistafólk og háskúlalærari (www.jonsonnijensen.com)

Skeiðslýsing

Menniskjan hevur eina sera langa siðvenju við at avmynda seg sjálva ígjøgnum portrettir og sjálvportrettir. Vit fara í hesum skeiðnum at hyggja at hvat portrett er fyri eitt hugtak í einum listasøguligum sambandi, og so sjálvandi fara vit at læra at tekna portrettir, við denti á ymsar teknikkir í bæði tilfari, strukturum, handalagi og eygleiðing.

Vit fara millum annað at:

• Læra skitsuteknikkir

• Læra eygleiðingarteknikkir

• Læra um grundleggjandi uppbygnaðin av andlitinum – ymsir etnisitetir, andlitsbrá og anatomi

• Læra um amboð og amboðsteknikkir

• Læra ymsar tekniteknikkir innan form, ljós/skugga, strukturar osfr.

• ‘Ferðast’ í tíð – Hvussu hevur menniskjan avmyndað seg sjálva ígjøgnum øldurnar

• Sjálvportrettir og portrettir av øðrum

• og mangt annað

Á skeiðnum verður arbeitt við: 

• Blýantum og koli

• Pennum

• Supplerandi amboðum

Luttakarar vera bidnir um at hava eina prentaða sjálvsmynd við.

Skeiðið er skipað eitt sindur sum felagsundirvísing við felagsvenjingum og framløgum, men meginparturin verður ein til ein.

Skráin

  • 13. september, kl. 17-22: Grundbygnaðurin, anatomiin og lutfallið á andliti og høvdi
  • 20. september, kl. 17-22: Grundbygnaðurin, anatomiin og lutfallið á einstøkum andlitslutum
  • 27. september, kl. 17-22: Portrettir í listasøguni, strukturar í húð og hári, samanumtøka 

Støði

Grundstøði – tó eru øll vælkomin, roynd sum óroynd

TEKNA TEG

_______________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 13. September 2023 kl 17.00
  • Endar: 27. September 2023 kl 22.00
  • Kostnaður: 1200 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2225024/kreativt-skeid-anatomisk-portrett
Skeiðleiðari
Jón Sonni Jensen