Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

VIKUSKIFTISSKEIÐ: Glasskeið: litríkt – sjálvgjørt – serstakt

15. September 2023 kl 18.00 - 17. September 2023 kl 16.00
1200 DKK – 1700 DKK

Tíð og stað

Føroya Fólkaháskúli

15. – 17. september 2023

Kostnaður

1.200 kr.

Við í prísinum: Undirvísing, tilfar, kaffi, máltíðir. (+500 kr fyri gisting)

TEKNA TEG

Undirvísari

Marjun Svartafoss

Skeiðslýsing

Øll byrja við eini bundnari uppgávu, har grundleggjandi skeriteknikkur, slíping og handfaring av glasinum verður nýtt. Hesuferð er tað ein vakur firvaldur monteraður á eina stong at seta í garðin.

Á skeiðnum verður annars høvi at gera tvær skálir ella eitt størri fat, ein figur ella mynd umframt nakrar smærri lutir so sum fýrfatsstakar, saltílat, smýkkur og jólaprýði.

(tað ber tó ikki til at gera smýkkur til føroysk klæði)

Eina vínfløsku smelta vit eisini um til sleivhaldara, um man ynskir tað. Tak, um so er, við.

Vit nýta litað glas í plátum, sum verða skornar sundur, lagdar í mynstur og síðani brendar í tveimum umførum. Brenningin verður liðug tvær vikur eftir skeiðslok. Møguliga líming er best at gera við hús, tí tað kann vera trupult at transportera

Skráin

  • Fríggjadagur 15. september, kl. 18.00-21.30
  • Leygardag 16. september, kl. 10.00-16.30 (Brunsj kl. 12.00)
  • Sunnudag 17. september, kl. 13.00-16.00

Støði

Øll bæði roynd og óroynd eru vælkomin.

TEKNA TEG

_______________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 15. September 2023 kl 18.00
  • Endar: 17. September 2023 kl 16.00
  • Kostnaður: 1200 DKK – 1700 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://www.atgongumerki.fo/2003944/glasskeid
Skeiðleiðari
Marjun Svartafoss