Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Heysahorn

6. Juli 2023 kl 8.00 - 14. Juli 2023 kl 17.00

Skeiðið er fullteknað

 

Heysahorn

Fjøllistarliga norðurlendska kollektivið og netverkið “Heysahorn” verður sett á stovn við eini verkstovu á Fólkaháskúlanum í summar. Verkstovan verður hildin frá 6. til 13. juli, har verkstovan tekur skap eftir teimum ungu spríunum, ið eru til staðar.

 

Málið er at øll skulu kunna læra av hvørjum øðrum, og á tann hátt styrkja um evnini at arbeiða í einum felagskapi. Leiðandi leiklutirnir skifta frá einum degi til annan, har tey luttakandi læra restina av bólkinum okkurt nýtt innan sítt yrki. Verkstovan endar við eini samanumtøku/framførslu/framsýning á G! festivalinum fríggjadagin 14. juli kl 18 í Fjósinum.

 

_______________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 6. Juli 2023 kl 8.00
  • Endar: 14. Juli 2023 kl 17.00

Annað

Skeiðleiðari
Dania Tausen