- Hetta tiltak er liðugt.
AVLÝST: Vevskúli – Rammuveving 2
9. Mai kl 10.00 - 11. Mai kl 17.00
1100 DKK – 1800 DKKTíð og stað
9. – 11. mai 2024
Rasmusarstova, Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn
Kostnaður
1800 kr við undirvísing og vistarhaldi
1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)
Undirvísari
Poulina Jóanesardóttir
Skeiðslýsing
Skeiðið er ætlað teimum, sum hava grundleggjandi førleikar í veving.
Rammuvevurin hevur óteljandi møguleikar, og vit seta fokus á fríar teknikkir, sum til dømis dukagang, indpluk, vestfold, hálvkrabba og aðrar teknikkir.
Á skeiðnum veva vit størri royndir við løriftsvond sum grundarlagi og nýta ymiskar teknikkir og ymiskt tilfar.
Vit bjóða tilfarinum av, og arbeiða við mynstrum og teknikkum, sum geva einstaka skeiðsluttakaranum frælsi at royna møguleikar við ymiskum tilfari og liteffektum – alt við somu grundbinding sum grundarlagi.
Vit veva størri royndir á rammuvevinum, og tú fært uppskriftir saman við vevroyndum við tær til hús, tá skeiðið endar.
Tú fært møguleika at savna teg um eitt handverk, har stundir eru hjá hvørjum einstøkum at fara í dýpdina og skapa. Um tú ætlar at nema tær meira kunnleika innan veving, so er rammuveving eitt gott grundarlag at byggja á.
Um undirvísaran
Poulina Jóanesardóttir hevur útbúgving frá Kerteminde Håndarbejdsseminarium, og hevur umframt tað verið í 4 ára verkstaðslæru á vevstovu hjá Olevinu Joensen, vevara.
Sum 19 ára gomul byrjaði Poulina at undirvísa í rammuveving á kvøldskúla í Havn. Síðani hevur hon í meiri enn 40 ár undírvíst bæði í skaftaveving, myndaveving, rammuveving og brikk- & bandveving ymsastaðni í Føroyum.
Í 1991 gjørdist hon sjálvstøðug vinnurekandi við egnum vevverkstaði. Gjøgnum tíðina hevur hon m.a. vovið kirkjuklæði til Kvívíkar, Húsavíkar og Miðvágs kirkjur, og luttikið á listaframsýningum uttanlands – í USA, Íslandi og í Skandinavia, eins og á framsýningum í Føroyum bæði sum handverkari og listafólk.
Skráin
- Hósdag / Kristi Himmalferðad. kl. 10:00 – 16:00
- Fríggjakvøld kl. 16:30 – 21:30
- Leygardag kl. 10:00 – 17:00
Støði
Framhaldsskeið
______________________________________________________________________________________________________
Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.
Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.