Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

FULLTEKNAÐ: Glasskeið: litríkt – sjálvgjørt – serstakt

24. Mai 2024 kl 16.00 - 26. Mai 2024 kl 16.00
1100 DKK – 1800 DKK

Tíð og stað

Føroya Fólkaháskúli

24. – 26. mai 2024

Kostnaður

1.800 kr.

ung upp til 25 ár, 1100 kr.

Við í prísinum: Undirvísing, tilfar og vistarhald.

TEKNA TEG

ÚTSELT

Undirvísari

Marjun Svartafoss

Skeiðslýsing

Hug at royna teg í glaslist? So kom á hetta skeiðið og spæl tær við litum og skapum. Glas er sera hugaligt at arbeiði við og lætt at evna til vakrar lutir. Byrjað verður við eini bundnari uppgávu við frálæru í grundleggjandi skeriteknikki, slíping og handfaring av glasinum og amboðum.

Á skeiðnum verður høvi at gera tvær skálir ella eitt størri fat, onkran figur ella mynd, umframt nakrar smærri lutir, so sum fýrfatsstakar, saltílat og smykkur.

Vit nýta litað glas í plátum, sum verða skornar sundur, lagdar í mynstur og síðani brendar í tveimum umførum. Brenningin verður liðug tvær vikur eftir skeiðslok.

GG! Hetta er ikki glasblásing, og tí ber ikki til ikki at gera vasar og tílíkt. Heldur ikki ber til at gera smykkur til føroysk klæði.

Um undirvísaran

Marjun Svartafoss er partur av fasta hópinum á Háskúlanum, og hon leggur stóran dent á skapanargleði í síni undirvísing. Hon hevur fingist við glaslist í nógv ár, og havt fleiri fullteknað skeið á skúlanum.

Skráin

  • Fríggjadagur 24. mai, kl. 16 -21.30
  • Leygardag 25. mai kl. 10 – 18
  • Sunnudag 26. mai kl. 9:30 – 15:30

Støði

Øll bæði roynd og óroynd eru vælkomin.

TEKNA TEG

_______________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til kostin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini er gjørligt at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 24. Mai 2024 kl 16.00
  • Endar: 26. Mai 2024 kl 16.00
  • Kostnaður: 1100 DKK – 1800 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari

Annað

Atgongumerki
https://haskulin.atgongumerki.fo/webshop/event/2481923/order/info
Skeiðleiðari
Marjun Svartafoss