Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Evna egnan kopp úr træi

24. Mai 2024 kl 16.30 - 26. Mai 2024 kl 16.00
1100 DKK – 1800 DKK

Tíð og stað

24. – 26. mai 2024

Føroya Fólkaháskúla, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn

Kostnaður

1800 kr. (undirvísing, tilfar og vistarhald íroknað)

1100 kr. fyri ung upp til og við 24 ár.

Undirvísari

Lív Reynheim

Málbólkur

Skeiðið er hugsað tær, ið ynskir at hugsavna teg um handaligt arbeiðið og at skapa við egnum hondum. Tær nýtist ongar royndir fyri at luttaka, men fólk við royndum innan træhandverk, eru eisini hjartaliga vælkomin.

TEKNA TEG

Skeiðslýsing

”A true Kuksa is made by your own hands or received as a gift” – Sami people

Hevur tú hug at forma tín egna kopp úr træi? Skifta stokkarnar út við hondamboð eina løtu? Geva eina serstaka jólagávu til onkran tú ert góð/góður við? So ert tú vælkomin á Háskúlan, at tilevna tín egna serstaka kopp úr mahognitræi.

Á hesum skeiðnum evna vit sonevndar Kuksa-koppar, ið stava frá elligamlari sámiskari siðvenju. Vit hugsavna okkum um gleðina við at skapa við hondunum. Vit nýta bert hondamboð; sag, knív, høggujarn, fíl og sandpappír, og lata prosessina taka sína tíð. Arbeiðshátturin krevur tolsemi og er í andsøgn við hópframleiðslu.

Navnið ’Kuksa’ er finskt og merkir ’burra’ ella ójavnur vøkstur á træi. Sambært sámiskari siðvenju evnaði tú tær sjálvari/sjálvum ein kopp úr burru í ungum aldri, sum tú hevði við tær alt lívið. Kopparnir eru haldførir og vakrir, og eru serliga hentir at hava við í náttúruna, tí teir eru lættir og kunnu festast uttaná taskuna ella beltið. Tankin er, at tær ikki nýtist at hava vatn við tær, men ístaðin brúkar tú koppin at drekka úr áum, tú kemur framvið á tíni leið. Viðmerkjast skal tó, at hann eisini tolur heitar drykkir, so sum te og kaffi.

Skeiðshaldari

Lív Reynheim er fastur partur av dagliga háskúlatoyminum, har hon undirvísir í træsmíð og í lærugreinini Mentan & Umhvørvi. Frá 2019-2021 tók hon grundskeið í Finsnickeri och Möbeldesign á handverksskúlanum TAU Learning í Malmø. Skúlin leggur dent á at framleiða møblar úr træi, og gevur innlit í siðbundnar arbeiðshættir og designmannagongdir.

Støði

Byrjanarstøði

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til matin, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini ber til at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

  • Byrjar: 24. Mai 2024 kl 16.30
  • Endar: 26. Mai 2024 kl 16.00
  • Kostnaður: 1100 DKK – 1800 DKK
  • Tiltak Bólkur:

Stað

Fyriskipari