Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

Summarskeið: Rødd og framburður – víðkað grundskeið

5. Juni 2024 kl 17.00 - 19. Juni 2024 kl 21.30
 DKK750

Eftir væleydnað ræddarskeið skeið hjá Súsonnu Tórgarð, bjóðar háskúlin tær hervið á summarskeið. Hetta er eitt tilboð, ið er ætlað fyrrverandi luttakarum á skeiðum á háskúlanum, har eftirmetingarskjøl vísa, at áhugi er fyri framhaldskeiði. Talan er um trý mikukvøld á rað: 5.,12. og 19.juni. Tvey tey fyrstu kvøldini er vanlig undirvísing, og triðja kvøldið fara vit ein felags gongutúr – sí frágreiðing niðanfyri.

TEKNA TEG

Rødd og framburður av teksti

Mikukvøldini 5. og 12. juni verður hildið áfram við tí grundteknikki, sum vit hava arbeitt við á undanfarnum skeiðum. Tú ert vælkomin at taka egnan tekst við, sum onkursvegna er í tráð við tað, tú hevur tørv á at arbeiða við. Eisini ber til at velja sær ein tekst á bókasavnið háskúlans.

Sum nakað serligt endar undirvísingin hvørt kvøld við stuttari avspenning við Búa Rouch.

 

Art Hike

Triðja mikukvøldið, 19.juni, verður eit serligt kvøld, har allir lutakararnir á ymisku skeiðunum, fara ein felags gongutúr, ein sokallaðan Art Hike – ein listaligan gongutúr.

Áður hava Jón Sonne Jensen og Guðrið Poulsen skipað fyri líknandi gongutúrum kring landið, og fært tú nú høvi at lutaka á einum slíkum.

Tað sum sermerkir ein Art Hike gongutúr, er at dentur verður lagdur á, at koma at kenna nátúruna á ein øðrvísi hátt.

Hvør lutakari fær ein toyposa við einum góðum matpakka, vatnfløsku og eini sitipútu. Í posanum verða eisini aðrir forvitnisligir lutir, sum vit brúka til aktivitetir, ið læraranir á Háskúlanum skipa fyri.

 

Skrá:

5. og 12.juni:

  • kl. 17.00 – 18.30 undirvísing
  • kl. 18.30 – 19.15 matarsteðgur
  • kl. 19.15 – 21.30 undirvísing

19.juni:

  • kl.17.00 Art Hike

Prísur: 750 kr.

Avmarkað pláss!

TEKNA TEG

Útgreining

  • Byrjar: 5. Juni 2024 kl 17.00
  • Endar: 19. Juni 2024 kl 21.30
  • Kostnaður:  DKK750

Stað

Fyriskipari