Loading tiltøk

« Øll tiltøk

  • Hetta tiltak er liðugt.

FYRIBILS ÚTSETT: Sansaligar myndir

7. Juni 2024 kl 16.30 - 9. Juni 2024 kl 16.00
1100 DKK – 1800 DKK

Tíð og stað

verður kunngjørd seinni

Føroya Fólkaháskúli, Háskúlavegur 14, 100 Tórshavn.

Kostnaður

1800 kr  (Við í prísinum: Undirvísing, gisting, tilfar)

1100 kr fyri ung (til og við 24 ár)

TEKNA TEG

Undirvísari

Gina Hedegaard Nielsen, er útbúgvin sum myndalistafólk , og hevur umframt tað verið í meistaralæru á vevstovu. Hon arbeiðir sum tekstil- og myndlistafólk við egnum verkstaði, og hevur meira enn 35 ára royndir sum undirvísari.

Gina hevur verið forkvinna fyri “Danske Kunsthåndværkere” og síðani 1982 verið nevndarlimur í ”Dansk Tekstillaug – væv, tryk og broderi”. Síðani 1987 hevur hon verið ritstjóri á tíðarritinum ”Rapporter – fra tekstilernes verden”, og saman við øðrum ritstjórnað fleiri vevbøkur m.a. ”Tekstilkunst i Danmark 2008-2018”.

Skeiðslýsing

Sansaligar myndir

Við íblástri frá litum, kompositiónum og tilfari, lærir tú at skapa vovnar myndir, ið tosa til sansirnar. Vit veva myndir úr føroyskari ull, brúka træðrir í ymsum tjúktum, arbeiða við ymiskum teknikkum, sum t.d. knútum, lykkjum og rya.

Skrá

Fríggjadagin  kl. 16.30 til 21.30

Leygardagin kl. 10.00 til 17.00

Sunnudagin kl. 10.00 til 16.00

Støði

Skeiðið í myndaveving er bæði fyri óroyndar og royndar vevarar.

TEKNA TEG

______________________________________________________________________________________________________

Øll sum eru fylt 15 ár eru vælkomin at tekna seg, roynd sum óroynd. Vit gera vart við, at Háskúlin hevur trappur og hurðarnar eru ov smalar til koyristólar. Um serlig ynski eru til mat, royna vit at ganga teimum á møti.

Eisini ber til at geva eitt skeið sum gávu. Skriva “gávukort” undir serlig ynski, tá tú meldar til.

Útgreining

Stað

Fyriskipari

Annað

Skeiðleiðari
Gina Hedegaard Nielsen